Danmark eigur at biðja grønlendingar um umbering

Grønlendingar fara nú at kanna fortíðina við donskum hjálandastýri, men danir vilja ikki vera við í kanningini.

 

Tað er ein sokallað sáttarnevnd, sum skal kanna tíðina við donskum hjálandastýri. Men danir vilja ikki taka lut í kanningini, og tað eru tey grønlendsku fólkatingsumboðini sera misnøgd við.

 

-Vit hava hóast alt eina 300 ára langa felags søgu, tá Danmark var "yvirmaktin", og Grønland var "undirmaktin", og tað gevur grundarlag fyri einari sáttargerð, sigur fólkatingskvinnan Sara Olsvig úr IA við Jyllandspostin.

 

Tað var seinasta summar, at grønlendska landsstýrið kunngjørdi ætlanina um kanningarnevndina, men longu áðrenn landsstýrið hevði tikið støðu til, um Danmark skuldi vera við í nevndini, segði Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, at danir hava ikki "tørv á seming".

 

Doris Jacobsen, fólkatingskvinna úr Siumut, er misnøgd við støðutakanina hjá forsætisráðharranum, og hon hevur fleiri ferðir biðið danir umhugsa støðuna, skrivar Jyllandsposturin.

 

Fólkatingskvinnan visir á, at Í Kanada brúktu tey fleiri ár til at greina tann søguliga ágangin ímóti inuittunum.  

 

-Danmark eigur at gera nakað tilsvarandi, um vit skulu hava veruliga góð viðurskifti millum Grønland og Danmark, sigur Doris Jacobsen. Hon heldur eisini, at Danmark eigur at koma við einari almennari umbering fyri tað, sum hon kallar "heilt greitt órættvísi", sum fór fram í Grønlandi.