Fyrr í dag vann Kroatia móti Fraklandi við einum máli 24-23, í einari sera spennandi hálvfinalu. Í løtuni spæla so Danmark og Týskland um at sleppa í fanaluna, har teir skulu møta kroatum.
Týskland eru heimsmeistarar, og tað hava teir eisini víst eitt sindur av í fyrra hálvleiki. Millum annað hevur týski málmaðurin Johannes Bitter eitt redningsprosent uppá 52, og má tað sigast at vera sera sera gott.
Trupuleikin hjá Danmark, at skora uppá sínir kjansir, tykist at verða straffaður av týskarum, ið renna kontra í langar banar, og har skulu aðrir bollar í suppuna, skulu danir gera nakað við væl uppløgdu týskararnar.
Spennandi verður at fylgja við í, hvussu annar hálvleikur fer at hilnast, sæð við norðurlendskum eygum.