Staale Solbakken er venjari hjá danska meistaraliðnum, FC Keypmannahavn. Samstundis er tað greitt, at hann tekur við sum norskur landsliðsvenjari á sumri í 2012.
Tí fylgir Staale Solbakken væl við gongdini hjá bæði tí norska og danska fótbóltslandsliðnum, og hann fegnast um, at Noreg hevur fingið seks stig, aftaná sigrar yvir Ìslandi og Portugal. Og hann heldur, at landsliðsvenjarin, Egil ?Drillo? Olsen hevur staðið fyri einum góðum taktiskum avriki.
Kortini heldur Staale Solbakken, at Danmark, sum er í bólki saman við Noregi hevur eitt betri lið enn Noreg. - Danmark er eitt betri lið á fótbóltsvøllinum enn Noreg, slær Solbakken fast yvirfyri norskum ítróttarmiðlum.
Staale Solbakken vónar tó av innasta hjarta, at Noreg vinnur seg í EM-endaspælið í 2012. Sambært Solbakken hevur norskur fótbóltur stóran tørv á, at norska fótbóltslandsliðið aftur vinnur seg í eitt endaspæl.