Danmark er frammanfyri við kloddamáli

Føroysku venjararnir siga seg vera nøgdir við at halda dønum frá stórum málmøguleikum

Tað er 1-0, nú dysturin er hálvrunnin í Parkini, har føroyingar hava lagt nógv fyri ímóti risastóru donsku favorittunum.

 

Málið skoraði Danmark í 18. minutti. Andreas Skov Olsen setti bóltin í netið eftir sera óhepna støðu eftir kontra og eftir at føroyski málverjin Teitur Matras Gestsson var so sera óheppin og gleið.

 

Danmark hevur verið nógv meiri á bóltinum, og nógv tað mesta hevur gingið fyri seg á føroysku hálvuni. Men talan hevur ikki verið um nógvar upplagdar málmøguleikar, har Teitur Matras Gestsson hevur verið noyddur at vísa, hvør dugur er í honum.

 

Føroysku spælararnar hava arbeitt ógvuliga nógv. So nógv at spurningurin er, um teir fara at halda fram í somu øði. Í danska sjónvarpinum tosa teir framvegis um, at tað er týdningarmikið, at teirra menn fáa nógva ferð í spæli, og so leggja teir aftrat, at tað er torført, tá ið vøllurin er so mikið vánaligur, sum hann er, og teir vilja vera við, at vánaligi vøllurin er fyrimunur fyri føroyska liðið.

 

-Vit eru nøgdir við hugburð og avrik. Málið var óheppið, og danir hava ikki vunnið seg til fleiri málmøguleikar. Trupulleikin er, at tað er øgiliga torført hjá okkara monnum at vinna seg í støður frammarlaga á vøllinum, tí danir eru so ágangandi á okkara hálvu, tá ið teir hava mist bóltin var viðmerkingin hjá Eli Hentze hjálparvenjara, tá ið Símun Christian Olsen hjá Kringvarpinum tosaði við hann eftir síðsta bríksl í fyrra hálvleiki.

 

 

 

Danmark – Føroyar 3-1 (1-0) 

 

1-0: Andreas Skov Olsen 18.

 

2-0: Jacob Bruun Larsen 63.

 

2-1: Klæmint A. Olsen 89.

 

3-1: Joakim Mæhle 93.

 

HM undankapping

 

Í Parkini í Keypmannahavn fríggjadagin 12. november kl. 19.45

 

35.200

 

Dómarabólkur úr Rumenia: Radu Petrescu, Mircea Mihail Grigoriu, Alexandru Cerei og Andrei Antonie (4. dómari)

 

Danmark: Kasper Schmeichel - Jens Stryger Larsen, Simon Kjær (anf.), Andreas Christensen, Joakim Mæhle - Daniel Waas, Christian Nørgaard (Jens Jónsson, 80.), Jesper Lindstrøm (Thomas Deleney, 57.) - Andreas Skov Olsen (Anders Dreyer, 67.), Yussuf Poulsen (Andreas Cornelius, 67.), Mohammed Daramy (Jacob Bruun Larsen, 57.)

 

Gult kort: Christian Nørgaard

 

Venjari: Kasper Hjulmand

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – René S. Joensen (Heri H. Mohr, 80.), Hørður H. Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen –  Gunnar Vatnhamar (Tróndur Jensen, 66.), Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen, 80.) – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 55.)

 

Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Bartal Wardum, Jóannes Bjartalíð, Bjarni Petersen, Hannes Agnarsson, Heðin Hansen, Patrik Johannesen

 

Gult kort: René S. Joensen, Gunnar Vatnhamar

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze