12.000 áskoðarar bóru donsku hondbóltskvinnurnar til sigurs í "Boxen" í Herning. Danmark vann fyri løtu síðani greiðan 26-19 sigur yvir Svøríki. Sigurin var grundaður í fyrra hálvleiki, tá Danmark var á odda 15-7, og er HM-vertslandið víðari til fjórðingsfinalurnar.
Svøríki var eitt stutt skiftið á odda 6-5, men so vendi donsku kvinnurnar dystinum og løgdu seg framum 15-7. Í nærum eitt korter fingu svensku kvinnurnar einki mál, og tað gjørdist teimum dýrt.
Svøríki hevði sína bestu løtu fyrra korterið í seinna hálvleiki, har serliga málverjin hjá Svøríki, Filippa Idehn bjargaði nógvum. Svøríki kom uppá 15-18, men tá tók danski venjarin time-out, og løtu seinni var Danmark á odda 22-17, og var aftur á sigurskós.
Toppskjútti hjá Danmark gjørdist Stine Jørgensen við seks málum. Toppskjútti hjá Svøríki var Johanna Ahlm við fimm málum.
Danmark møtir Rumenia í fjórðingsfinaluni. Rumenia vann á Brasil, sum eru verandi heimsmeistarar. Rumenia vann 25-22 (13-8) á Brasil.