Fyri nøkrum fáum vikum síðani fór Per Ørum frá sum formaður hjá Kristendemokratunum í Danmark og harvið eisini burtur úr donskum politikki. Men nú er hann longu aftur - hesaferð við einum nýggjum flokki, Tí Demokratiska Flokkinum.
-Flokkurinm er mið-høgraflokkur, og málið er at koma í Fólkatingið, og tað fer so at taka ta tíð, sum tað tekur at røkka málinum, sigur tann 41 ára gamli Per Ørum við danska kringvarpið. Hann leggur afturat, at tað týdningarmesta er í fyrsta umfari at fáa umboð í býráðið í Keypmannahavn á kommunuvalinum, sum verður næsta ár.
Per Ørum var fólkatingsmaður hjá Teimum Konservativu, men í 2010 fór hann burtur úr flokkinum og helt fram sum uttanflokkatingmaður eftir at hava tikið farloyvi frá tigninum, tí hann hevði koyrt við kenning. Nakað seinni fór hann upp í Kristendemokratarnar, har hann bleiv formaður í fjør. Men í síðsta mánað fór hann eisini haðani.