Danmark fór til høgru

Danmark tók eitt risalop til høgru á Fólkatingsvalinum. Vinstra og Danski Fólkaflokkurin vunnu stórsigur. Men hjá Anders Fogh Rasmussen standa truplar stjórnartingingar fyri framman. Pia Kjærsgaard skal ikki hava ov stóra ávirkan, men hon verður ikki til at koma uttanum.

Fólkatingsval

 

 

 

Lagið var gott á ferjuni Sjælland týskvøldið, har Vinstra hátíðarhelt søguliga valsigurin, sum gav flokkinum 56 fólkatingsessir. Við rungandi fagnarrópum tóku tey fleiri hundrað vinstrafólkini móti formanninum, tá hann trein á pallin at takka fyri stuðulin í valstríðnum.

 

- Eg fegnist um álitið, sum er víst mær og Vinstra. Eitt álit, sum eg fari at gera mítt ítarsta at liva upp til. Eisini tey, sum hava tapt her í kvøld, skulu vita, at eg fari at verða forsætisráðharri fyri øll, segði Anders Fogh Rasmussen við ovurfegnu viðhaldsfólkini, sum svaraðu aftur við at skjóta propparnar av sjampagnufløskunum.

 

Flokkurin yvirhálaði Socialdemokratarnir fyri fyrstu ferð síðani 1920, og saman við hinum borgarligu flokkunum, Konservativa, Kristiliga og Danska Fólkaflokkinum hevur nýggi forsætisráðharrin ein stóran meiriluta aftanfyri seg.

 

Tá teir fýra føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir ikki eru taldir við, hevur borgarligi vongurin 98 sessir og vinstravongurin 77.

 

Drotningin lat í gjár Anders Fogh Rasmussen upp í hendur at skipa nýggja stjórn, eftir at Poul Nyrup Rasmussen hevði boðað henni frá, at stjórnin leggur frá sær.

 

 

 

Truplar tingingar

 

Eingin veit, hvussu nýggja stjórnin í Danmark fer at síggja út. Anders Fogh fór í gjár undir tingingar við flokkarnar, fyrst og fremst teir konservativu, sum við vissu verða við í nýggju stjórnini. Tað er ikki sannlíkt, at Danski Fólkaflokkurin við Piu Kjærsgaard sleppur upp í stjórnina, og somuleiðis er óvist, hvussu verður við Kristiliga Fólkaflokkinum.

 

Tað mest sannlíka er, at Vinstra og Konservativu skipa minnilutastjórn, men Pia Kjærsgaard fer at krevja týðilig fingramerki á politikkin ? fyrst og fremst útlendingapolitikkin ? fyri at styðja stjórnini. Og nakað av ávirkan skal hon hava, um metast skal eftir góða úrslitinum hjá flokkinum. Flokkurin fekk eina framgongd uppá níggju fólkatingssessir og situr nú sum triðstørsti flokkur við 22 sessum í fólkatingssalinum.

 

Anders Fogh skal ikki rokna við nógvum stuðuli frá vinstravonginum. Socialdemokratarnir, Sosialistiski Fólkaflokkurin og Eindarlistin fara at gera alt, teir eru mentir, at koppa stjórnini skjótast gjørligt.

 

 

 

Ótrygg støða

 

Tað er sostatt langt frá nøkur trygg politisk støða, sum Danmark er í eftir valið týsdagin. Anders Fogh Rasmussen hevur lovað nógv í valstríðnum, og veljararnir fara at krevja av honum, at hann heldur mongu lyftini.

 

Útlendingapolitikkurin skal herðast, bíðirøðirnar til sjúkrahúsini skulu burtur, tey gomlu skulu hava betri heimarøkt og fleiri røktarheimspláss, og barnafamiljurnar skulu hava longt barsilsfarloyvi. Samstundis hevur Anders Fogh lovað, at skatturin ikki skal hækkast í hansara tíð sum forsætisráðharri.

 

Lyftini eru stór og gylt, og vónirnar frá veljarunum upp aftur størri. Anders Fogh Rasmussen hevur vunnið fyrsta slagið, men tað fara at koma nógv onnur í tíðini, sum kemur.