Danmark fingið avsláttur frá Nato fyri støðir í Grønlandi

Danmark fingið avsláttur frá Nato fyri støðir í Grønlandi. Ein kanning vísir, at Danmark hevur goldið nógv minni til felags Natoverjuna orsakað av útreiðslunum hjá Danmark til Grønland og Føroyar

Tær amerikonsku herstøðirnar í Grønlandi hava givið Danmark avslátt í NATO-limaskapinum, sum svarar umleið til tær donsku útreiðslurnar til Grønland og Føroyar.

Hetta vísir ein kanning, sum er gjørd av ?Dokumentatiónsbólkinum? ISIT, sum varð stovnaður í Nuuk í mars og fevnir um nakrar sjálvstøðugar granskarar og studerandi. Tað er tíðindamaðurin hjá Ritzau, Poul Krarup, sum skrivar hetta.

Endamálið við umrøddu kanning er at fáa kunnleika til tann búskaparliga partin av verjusáttmálanum, sum varð gjørdur millum USA og Danmark í apríl 51.


Danir fingið endurgjald

Dokumentatiónsbólkurin kemur eisini til ta niðurstøðu, at Danmark hevur fingið kompensatión fyri, at USA og Nato hava brúkt grønlendskt øki til herðnarlig endamál.

Bólkurin mælir til, at fleiri viðurskifti, sum snúgva seg um leiklut Grønlands í hernaðarligum og trygdarpolitiskum spurningum, verða kanna nærri .

Eisini aðrar avtalur um amerikanska herstøðir við lond sum Japan, Turkaland, Spania, Grikkaland og Portugal hava líknandi fíggjarligar avtalupartar við.

Kanningin vísir, at tær donsku hernaðarútreiðslurnar líka síðani Nato varð stovnað í 1949 hava verið munandi lægri enn tær útreiðslur, sum onnur Nato-lond hava havt uppá felags verjuna. Eitt lægri bidrag, sum hini londini, eftir tí Dokumentatiónsbólkurin er komin til, góðtóku orsakað av útreiðslunum hjá Danmark til Grønland og Føroyar.

Í veruleikanum eru donsku verjuútreiðslurnar til økini í Norðuratlantshavi bert umleið 3% av samlaðu útreiðslunum hjá Verjumálaráðnum. Tað fær Dokumentatiónsbólkinum at koma til ta niðurstøðu, at ? det lave udgiftsniveau står i stærk kontrast til det officielle billede af, hvor strategisk vigtig Grønland er for USA og Nato?.

Víðari stendur í greinini frá Ritzau, at Darnmark í árinum frá 92-95 hevur brúkt fleiri pengar til luttøku í altjóða uppgávum enn til verjuna av Føroyum og Grønlandi.

Haratrat kemur, at ein stórur partur útreiðslunum hjá Verjumálaráðnum í Norðuratlantshavi eru brúktar til sivilar uppgávur so sum fiskieftirlit og bjargingaruppgávur.

Í frágreiðingini kemur Dokumentatiónsbólkurin til ta niðurstøðu, at ?Danmark har ikke profiteret på Rigsfællesskabet med Grønland? við tað at útreiðslurnar hjá statinum til Grønland hava verið eins stórar, sum tann lættin, ið Danmark hevur fingið í býtinum av byrðunum í Nato.


Eisini í Føroyum!

Tað hevur annars verið sett fram í orðaskiftinum í Føroyum um Natostøðirnar í Føroyum, at Danir eru slopnir bíligari í limaskapinum í Nato vegna hjáveru teirra í Føroyum. Hetta hevur m.a. búskaparfrøðingurin Karl Nolsøe fleiri ferðir víst á - tó uttan at hava nøkur verulig prógv at leggja á borðið.