Danmark í hálvfinaluni

Danmark skuldi brúka tíggju minuttir at rysta nervarnar av sær, men eftir at hava verið aftanfyri 2-4 reyk Danmark eftir fáum minuttum til 6-4, og so koyrdi tað bara, sum sagt verður.

 

Framman fyri 16-10 í steðginum øktist munurin bara, og til endans var tað mest av øllum venjing hjá donsku kvinnunum.

 

Ein av heilt stóru leikarunum var 22-ára gamla Camilla Dalby, sum við málum og málgevandi fríspælingum til serliga Kvisgaard var í einum flokki fyri seg tann eina yvirgangin.

 

Við endaliga sigrinum á 31-19 spældi Danmark seg í hálvfinaluna, men har tykist Noreg at bíða, og júst bróðurtjóðin fyri norðan er í serflokki favorittur til EM-heitið. Men við tí spæli Danmark hevur víst, og við óvæntaða tapinum hjá Noregi móti Svøríki er einki avgjørt framman undan.

 

Danmark spældi væl sum lið, men best var Camilla Dalby, Line Jørgensen í verjuni og eisini aldursforsetin, Mette Melgaard, stóðu seg væl í einum dysti, har eingin fall ígjøgnum.

 

Eisini Christina Petersen fekk tíggju minuttir í málinum, og har fór bert tað eina málið inn móti henni.

 

Men einki ber til at siga enn um mótstøðulið hjá Danmark, tað verður greitt eftir seinastu dystirnar í millum umfarinum, har Noreg møtir Hollandi, og tapir Noreg eru tær úti.

 

Sum dagsins leikari varð vald ikki óvæntað Camilla Dalby.