Danmark í hálvfinaluni

U-21 landsliðið hjá Danmark hevur ongantíð verið betur, enn teir eru júst nú

EM endaspæl fyri U-21 landslið er í hesum døgum í Kekkia. Tey luttakandi londini eru í bólki A: Kekkia, Danmark, Týskland og Serbia, og í bólki B: Ongland, Svøríki, Italia og Portugal.

 

Seinastu dystirnir í bólki A hava í kvøld verið, og greitt er, at Danmark og Týskland hava spælt seg víðari í hálvfinaluna undir EM endaspælinum. Danmark vann sín dyst 2-0 móti Serbia, meðan Týskland spældi javnt 1-1 móti vertunum úr Kekkia. Eftir úrslitini í kvøld, er tað samstundis eisini greitt, at Danmark kemur víðari sum eittari úr sínum bólki.

 

Í annaðkvøld verður greitt, hvørjum Danmark og Týskland skulu møta í hálvfinaluni. Tá spæla England og Italia, og Portugal og Svøríki.

 

U-21 landsliðið hjá Danmark er ongantíð áður komið so langt í einum endaspælið, sum teir í kvøld eru komnir.