Danmark og Svøríki spældu landsdyst nummar 102 millum londini bæði í Parkini í Keypmannahavn í kvøld.
Tað eydnaðist aftur Danmark at knógva arvafíggindanum, eins og í Stokkhólmi sigraðu danir 1-0.
Sigursmálið skeyt Jakob Poulsen góðar 10 minuttir undan leikloki.
Rómurin var stórur í Parkini aftaná dystin. Talan verður um tað fjórða endaspælið hjá Danmark í søguni. Danmark var við til HM í 1986, 1998 og í 2002. Morten Olsen fer í søguna, sum tann fyrsti danski venjarin, sum hevur ført danska landsliðið til eitt HM-endaspæl tvær ferðir.