Danmark liðugt til HM

Hetta er greitt, nú Danmark seinnapartin tapti 25-30 á Russlandi.

 

Tað byrjaði annars væl hjá Danmark. Tær vunnu fyrra bólkin í kappingini, sum er í Kina, men í millum hava tær tapt bæði ímóti Svøríki og Angola. Og tí gjørdist dysturin í dag ímóti Russlandi ein sannur lagnudystur.

 

Russland dróg rættiliga skjótt frá, og Danmark vann seg ongantíð veruliga inn í dystin, sum altso endaði 30-25 til Russland.