Fer ES at boykotta Føroyar, má Danmark eisini boykotta Føroyar.
Tað var greiði boðskapurin hjá danska forsætisráðharranum, Helle Thorning Schmidt, tá ið hon hitti lesandi á Fróðskaparsetrinum í morgun.
Hon vissaði um, at danir gjørdi alt, sum stendur í teirra makt at forða fyri boykoytti og at fáa partarnar til samráðingarborðið aftur.
Hon staðfesti eisini, at Danmark fer at atkvøða ímóti, at ES boykottar Føroyar.
Men hon gjørdi somuleiðis greitt, at vilja ES londini boykotta Føroyar, hevur Danska stjórnin ikki nóg mikið av atkvøðum til at forða fyri tí.
Og fer ES at boykotta Føroyar, noyðist Danmark eisini at boykotta Føroyar, tí á hesum øki er sáttmálin, sum Danmark er bundin at, púra greiður, staðfesti danski forsætisráðharrin.
Hon vísti eisini á, at í málum sum hesum, hevur onki land í ES ikki sýtingarrætt.
Hon vísti á, at talan er um eitt stríð ímillum Føroyar og ES og ikki ímillum Føroyar og Danmark, ella Danmark og ES.
- Tað er ikki danska stjørnin, sum hevur ásett føroysku kvoturnar, tað er eitt føroyskt málsøki burtur av.
Myndin av av Fróðskaparsetrinum í morgun, har Helle Thorning Schmidt hitti føroyskt lesandi og svaraði spurningum frá teimum um alskyns viðurskifti.