Átøk sum skulu fáa børn og ung at minka um nýtsluna av sukri og sodavatni hava higartil verið nyttuleys, vísa danskar kanningar. Men í Føroyum er øðrvísi! Sambært danska Fødevarsstyrelsen fáa seks av hvørjum 10 donskum børnum ov nógv sukur, og var hetta orsøkin til átakið ?Max. en halv liter om ugen? sum byrjaði fyri einum ári síðani.
Men sambært Anne Kaae-Nielsen, forkvinnu í Tandlægernes Nye Landsforening hevur átakið ikki givið úrslit. Teir lokalu tannlæknarnir síggja alt fleiri og fleiri ung við stórum trupulleikunum við tannheilsuni.
Ein máti at broyta gongdina er, at tey almennu kostráðini skulu gerast greiðari og meiri viðkomandi.
Millum tiltøkini skal ein royna at avmarka inntøkuna av sodavatni til ein hálvan litur um dagin. Eitt annað er, at tær heilsugóðu føðivørurnar skulu gerast munandi bíligari, samstundis sum tær ósunnu skulu hækka í prísi.
Semja tykist vera um, at forboð er ikki vegurin fram fyri at minka um sukurnýtsluna hjá børnum og ungum.
ØÐRVÍSI Í FØROYUM
Fyri umleið fimm árum síðani varð eitt líknandi átak sett í verk í Føroyum. Hetta miðaði m.a. eftir at fáa sett vatnkølarar inn á allar skúlar.
Hetta var eitt átak sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður og táverandi Fyribyrgingarráðið arbeiddu saman um. Ein fylgja av hesum var, at avgjaldið á sodavatni varð hækkað munandi.
Sum skilst hevur hetta átakið gjørt góðan mun her á landi. Kanska kundu danir leita sær ráð higani.