Tað var einki sum kom óvart á hjá landsvenjaranum hjá donsku hondbóltskvinnunum, Jesper Jensen, tá hjálparvenjarin Lars Jørgensen almannakunngjørdi byrjunaruppstillingina hjá Danmark í finaluni ímóti Noreg.
Tað eru júst somu spælarar, sum eisini hava byrjað teir flestu dystirnar í EM og seinast í hálvfinaluni ímóti Montenegro, sum byrja spælið fyri Danmark.
Sandra Toft verjir málið, meðan Mie Højlund skal leiða álopsspælið sum playmakari.
Henni til hjálpar verður Anne Mette Hansen og Louise Burgaard á bakkunum, meðan Kathrine Heindahl, sum fyrr í dag varð kosin besti verjuspælari í EM, byrjar á strikuni.
Emma Friis, sum var einasti dani á EM allstar-liðnum, byrjar á vinstraveingi, meðan tann roynda Trine Østergaard tekur plássi á hinum veinginu.
Tá Danmark fer í verju, skiftir Mie Højlund pláss við Rikke Iversen, sum skal inn og stríðast ímóti teimum norsku í miðverjuni saman við Heindahl.
Tað sigur hjálparvenjarin Lars Jørgensen. Dysturin byrjar nú klokkan 19:30. Noreg skal verja EM heiðurin, meðan Danmark seinast vann gull í OL finalu í 2004
/ritzau/