Danmark og Noreg vunnu - Svøríki leikti javnt

Norðurlond høvdu misjavna úrtøku í HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti í dag.

Hondbóltskvinnurnar hjá Danmark, Noreg og Svøríki høvdu misjavna úrtøka, tá tær vóru í leiki í HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti í dag.

 

Noreg vann stórsigur 40-19 (20-10) á Kasakstan í bólki D. Russland er á odda við seks stigum, Noreg, Spania og Rumenia hava fýra stig hvør. Kasakstan og Puerto Rico eru aftast við ongum stigi.

 

Donsku hondbóltskvinnurnar vunnu triðja dystin á rað. Mótstøðulið í dag var Serbia. Danmark vann tryggan 29-20 sigur. Í steðginum var støðan 13-12 til Danmark. Fyrsta partin av seinna hálvleiki løgdu donsku kvinnurnar sjógv millum seg og Serbia. Danmark er á odda í bólki A við seks stigum. Montenegro er nummar tvey við fimm stigum. Ungarn hevur fýra stig, Japan hevur tvey stig, Serbia hevur eitt stig, og Tunesia er aftast við ongum stigi.

 

Í bólki B leiktu svensku hondbóltskvinnurnar javnt ímóti Niðurlondum. Niðurlond vóru á odda 15-12 í steðginum. Niðurlond og Svøríki eru á odda við fimm stigum hvør. Pólland hevur fýra stig. Angola og Kina hava tvey stig hvør, og Kuba er aftast við ongum stigi.

 

Úrslitini í HM-endaspælinum í dag : 

 

Danmark-Serbia 29-20 (13-12)

Noreg-Kasakstan 40-19 (20-10)

Svøríki-Niðurlond 28-28 (12-15)

Russland-Puerto Rico 45-18 (22-7)

Suðurkorea-Kongo 35-17 (14-6)

Kuba-Angola 23-38 (14-20)

Japan-Tunesia 31-21 (13-9)

Frakland-Argentina 20-12 (13-6)

Spania-Rumenia 26-18 (13-12)

Montenegro-Ungarn 32-15 (17-9)

Pólland-Kina 29-24 (12-11)

Brasil-Týskland 29-24 (9-8)