Farna vikuskiftið vóru undankappingar í manshondbólti til olympisku summarleikirnar, sum verða í Rio De Janeiro i Brasil í august í ár.
Tað eydnaðist bæði Danmark og Svøríki at vinna seg til olympisku leikirnar, meðan norðmenn gjørdust ov stuttir.
Úrslitini í bólkinum hjá Danmark og Noregi :
Danmark-Kroatia 28-24
Noreg-Bahrain 35-29
Kroatia-Bahrain 33-22
Danmark-Noreg 25-25
Danmark-Bahrain 26-24
Kroatia-Noreg 27-21
Danmark fekk fimm stig, og Kroatia fekk fýra stig, og vinna seg víðari til OL. Noreg fekk trý stig, og Bahrain einki stig, og sleppa ikki til OL á hesum sinni.
Úrslitini í bólkinum hjá Svøríki :
Spania-Slovenia 21-24
Svøríki-Iran 34-19
Spania-Iran 37-23
Svøríki-Slovenia 24-23
Slovenia-Iran 33-17
Svøríki-Spania 23-25
Slovenia, Svøríki og Spania endaðu øll á fýra stigum. Slovenia hevur pluss 18 í málmuni, Svøríki hevur pluss 14, og Spania hevur pluss 13. Slovenia og Svøríki vinna seg til OL, meðan Spania stendur eftir við Svartaperi. Iran fekk einki stig.
Tey 12 londini, ið hava vunnið seg til OL eru Brasil, sum vertsland, Frakland, Argentina, Katar, Týskland, Egyptaland, Pólland, Tunis, Slovenia, Svøríki, Danmark og Kroatia.