Danmark rakk ikki hálvfinaluni

Danmark tapti 23-27 til Kroatia. Kroatia var á odda 14-11 í steðginum.

 

Danmark byrjaði annars dystin væl, og legði seg á odda 3-1 og 6-4, men eitt korter var farið kom Kroatia í gongd, og tá gekk tað bara ein veg. Kroatia kom á odda, og teir sleptu ikki leiðsluni. Danmark kom á 19-21 og 21-23, men nærri komu danskarar ikki.

 

Úrslitið merkir, at Kroatia skal spæla hálvfinalu ímóti Póllandi leygardagin, meðan Danmark skal spæla ímóti Spania um 5. og 6. plássið. Hetta er fyrstu síðani 2000, at Danmark ikki skal um heiðursmerki í einum EM-endaspæli.

 

Málskjúttar hjá Kroatia : Denis Buntic 8, Domagoj Duvnjak 4, Ivan Cupic 4 (4), Ivano Balic 3, Igor Vori 3, Tonci Valcic 2, Manuel Strlek 2, Blazenko Lackovic 1.

 

Málskjúttar hjá Danmark : Michael V. Knudsen 5, Mikkel Hansen 5, Kasper Søndergaard 4, Hans Lindberg 3, Thomas Mogensen 2, Lars Jørgensen 1, Bo Spellerberg 1, Kasper Nielsen 1, Anders Eggert 1.