Danmark sett arktiskan sendiharra

Danmark hevur nú fingið ein arktiskan sendiharra, sum skal røkja áhugamálini hjá ríkisfelagsskapinum í tí arktiska økinum og tryggja, at ríkisfelagsskapurin verður sjónligur í altjóða orðaskiftinum um Arktis.

-Í hesum árum henda so nógvar broytingar í Arktis. Tað gevur avbjóðingar og møguleikar, og tær ætla vit at loysa í samstarvi við Grønland og Føroyar, sigur Villy Søvndal, uttanríkisráðharri.

Tann nýtilnevndi Arktis-sendiharrin eitur Klavs A. Holm. Hann hevur verið í starvi hjá uttanríkisráðnum í meiri enn 30 ár og hevur arbeitt á donsku sendistovunum í London og París og á ES-umboðsstovuni í Bruxelles.