- Á økjum sum ikki eru yvirtikin, hevur danski staturin skyldu at tryggja, at vælferðin er tann sama í øllum ríkinum. Tað hevur danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, staðfest í fólkatinginum í dag, sigur Edmun Joensen, fólkatingsmaður.
- Í dag hevur forsætisráðharrin endaliga staðfest, at tá ið tað snýr seg um heilsuverk, pensjón og serforsorg, ið ikki eru yvirtikin málsøki, hevur Danmark skyldu til at tryggja, sama vælferðarstig í Føroyum og í Grønlandi sum í Danmark, sigur Edmund Joensen. Tá ið hann spurdi danska forsætisráðharran um hetta, vísti hann á týdningin av at menna ríkisfelagsskapin. Hinvegin vísti hann eisini á, at yvirtøkur eru tað sama sum at niðurlagað ríkisfelagsskapin.
Føroyski fólkatingsmaðurin spurdi , hví tað ikki verður tryggjað, at heilsuverkið, serforsorgin og pensjónir í Føroyum ikki koma upp á sama stig sum í Danmark.
Svarið frá Helle Thorning-Schmidt, forsæt sigur, at í smálsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, skal danski staturin tryggja, at stigið í Føroyum og í Grønlandi skal vera tað sama sum í Danmark.
Hinvegin vísti hon eisini á, at Føroyar og Grønland hava sjálvstøðugar búskapir er væntand, at stigið ikki er tað sama allastaðni. - Føroyingar og grønlendingar hava sjálvir ábyrgdina av sínum búskapi. Men á økjum sum ikki eru yvirtikin, hava vit ábyrgdina av, at allirt tríggir partarnir í ríkisfelagsskapinum helst skulu vera á áleið á sama stigið, segði Helle Thorning-Schmidt.
Edmund Joensen sigur, at hetta er ein útpurring til landsstýrið, sum júst í hesum døgum talar um at skerja fólkapensjónir og fremja sparingar í heilsuverkinum. - Staðfestingin hjá forsætisráðharranum hevur stóran týdnin, tí hon vísir, at Føroyar eiga rættindi í Ríkisfelagsskapinum, tá ið tað snýr seg um málsøkir, ið ikki eru yvirtikin, sigur Edmund Joensen. |