Danmark úti

Dýrabar mistøk móti Onglandi viðførdu, at spenningur rættiliga tíðliga fór úr dystinum

HM-fótbóltur

Bæði í Danmark og Onglandi var spenningurin undan dystinum leygardagin ovurstórur.
Eisini her heima mundu nógvir hyggjarar havt sett seg væl til rættis í stólinum um døgurðaleitið leygardagin, men tað var tó rættiliga tíðliga, at spenningurin byrjaði at fara úr dystinum.
Fyrst mistók Thomas Sørensen seg, soleiðis at Rio Ferdinand kundi skrásetast fyri málið til 1-0, og tá ein ódakkaður Michael Owen nakað seinni slapp at økja, tóktist alt vera avgjørt.
Ringi dagurin hjá dønum varð staðfestur, tá eitt mistak frá Niclas Jensen viðførdi, at Beckham kundi spæla Emile Heskey leysan, og við trimum málum á muni í steðginum, var alt mest sum avgjørt.

Eftir dystin iðraðu danir seg um persónligu mistøkini, sum kostaðu so dýrt, og partvíst var tað eisini rætt, at teir í seinna hálvleiki høvdu bóltin nógv meira.
Men teir skaptu sjáldan nakrar veruligar málmøguleikar, og so kann tað sum so vera tað sama, um Ongland seinastu trý korterini einki skapti. Tað høvdu teir ikki fyri neyðini, og ístaðin kundi miðverjan staðfesta, at hon væl kann verða lykilin hjá Onglandi til eina sera góða endastøðu.
Torførasta forðingin í hesum verður ivaleyst kvartfinalan. Har skal Ongland hitta vinnaran av dystinum millum Brasilia og Belgia, men í Onglandi er eingin, sum tosar um Belgia. »Brasil next« er longu sett á dagsskránna, og fyri fótbóltselskarar mann hetta í øllum tykjast sum ein sera spennandi uppgerð.

Danmark-Ongland 0-3 (0-3)
0-1: Rio Ferdinand, 5
0-2: Michael Owen, 22
0-3: Emile Heskey, 44