Mathias Gidsel skorar her eitt av sínum átta málum ímóti Tunesia. - Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark vann stórt á Tunesia

Tunesia var frysta mótstøðuliðið at geva Danmark veruliga mótstøðu undir HM.

 

Mathias Gidsel skorar her eitt av sínum átta málum ímóti Tunesia. - Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Enn eitt mótstøðulið varð hølvað av í Malmö Arena, og donsku hondbóltsmenninir hava fult stigatal.

Okkara Jóhan á Plógv Hansen spældi allan dystin, tá Tunesia, sum av sonnum fekk oyrini í maskinuna ímóti Danmark, sum tó skuldi brúka fyrstu átta-níggju minuttirnar at fóta sær.

Tunesar var væl betri fyrireikaðir enn hini bæði mótstøðuliðini hjá Danmark og einu løtuna vóru teir frammanfyri við trimum málum.

Men tvey skjót mál loystu spælið, og so koyrdi Danmark fram ímóti 34-21 sigrinum í síðsta dystinum í innleiðandi bólkaspælinum.

 

##med2##

Danmark liggur væl fyri til pláss í fjórðingsfinaluni. Menninir hjá Nikolaj Jacobsen hava fýra stig við sær í millumspælið, har Egyptaland og Kroatia verða næstu mótstøðuliðini hjá Danmark.

Tær báðar tjóðirnar hava søguliga volt Danmark trupulleikar, og tí var tað kanska gott, at Tunesia í øllum førum gav Danmark eitt sindur av mótstøðu.

Danska spælið hevur undir HM endaspælinum verið eyðkent við ágrýtnum tempo, og tey tvey fyrstu mótstøðuliðini vórðu niðurspæld.

 

##med3##

Men tunesar høvdu roknað út, at tá Danmark fekk fatur í bóltinum, so skuldi teir snara 180 stig og seta á turbo.

Samstundis vóru teir kropsliga sterku tunesarnir ikki bangnir fyri at taka eina hond í, tá teir komu heim í verjuna. Tað var týðuligt, at Tunesia royndi at kløkka Danmark.

Simon Pytlick og Mathias Gidsel fingu í øllum førum blá merki við sær heim.

Samstundis stóru danir og svóvu í verjuni, og Niklas Landin skuldi brúka nakrar minuttir at stilla inn rakettverjuna. Tí kom Tunesia fram um heili 5-2.

Men fimta málið hjá tunisum var eisini tað síðsta í níggju minuttir. Nikolaj Jacobsen deildi, og so kom skil á álop og verju.

 

##med4##

Tvey forloysandi mál hjá Mikkel Hansen á rað fingu gánandi viðhaldsfólki upp úr reyðu stólunum, og áðrenn tey vardu, var Tunesia aftanfyri.

Danmark fór til hálvleiks við eini málleiðslu upp á 19-14.

Annar hálvleikur var meira rótutur. Leiðslan hjá Danmark nærkaðist tíggju málum, men sjálvt um tunesar fóru at hanga við høvdunum og kykka eftir ondini, góvust teir kortini ikki á hondum.

Aftur lat Nikolaj Jacobsen nakrar avloysarar sleppa at royna seg, og tað gjørdi ikki hondbóltin vakrari.

 

##med5##

Har var millum annað pláss fyri, at Michael Damgaard kundu spælar, eftir at boð vóru send eftir honum í staðin fyri Rasmus Lauge. Hann var ikki ov heppin við sínum royndum, men leiðslan vaks kortini, so tað var ikki so galið hjá honum kortini.

/ritzau/

 

##med6##

 

 

 

 

Mathias Gidsel skorar her eitt av sínum átta málum ímóti Tunesia. - Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix