Danska manslandsliðið vísti sera gott spæl ímóti Serbia, tá teir vunnu 28-23 á Serbia í EM-bólki B. Støðan í hálvleikinum var 15-9 til Danmark.
Danmark vinnur seg sostatt víðari til millumspælið, og eru teir tryggjaðir minst tvey stig í millumspælinum.
Allar 60 minuttirnar vóru danskarar betri, men ímóti dystarenda sleptu teir takinum nakað.
Anders Eggert var valdur til vinstra vong framum veteranin, Lars Christiansen, og Ander s Eggert takkaði fyri álitið við at skjóta heili 10 mál í kvøld.
Vongurin hjá Flensburg var sera frekur í sínum offensiva spæli, og setti hann nøkur vøkur mál inn, bæði við lobbum og skrúvubóltum.
Serbia royndi seg við trimum ymiskum málverjum, men líka lítið hjálpti. Danmark var væl og virðiliga omaná.
Ísland og Eysturríki spældu javnleik 37-37 fyrr í kvøld. Danmark hevur fýra stig, Ìsland hevur tvey stig, Eysturríki hevur eitt stig, og Serbia hevur eisini eitt stig.
Danmark og Ísland spæla leygarkvøldið klokkan 19.15