Danska stjórnin ætlar ikki at virða avtaluna, ið hon gjørdi við hini ES-londini fyrr í heyst, sum hevði til endamáls at finna eitt heim til tey nógvu flóttafólkini, ið eru komin til Evropa í ár.
Tað upplýsti Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í røðu síni á aðalfundinum hjá stjórnarflokkinum Venstre í dag. Tað skrivar Danmark Radio.
Lyftið at taka móti 1.000 flóttafólkum var ein partur av avtaluni hjá ES-londunum, har 160.000 skuldu fáa nýggj heim kring Evropa. Men av tí, at danska stjórnin ikki metir, at hini londini hava gjørt sítt, so er hon ikki sinnað at halda sín part av avtaluni.
- Tá vit bjóðaðu okkum fram, so var tað tí, at vit máttu loysa tað, sum var mett at vera loysnin fyri alt Evropa: Nevniliga, at um man fekk býtti 160.000 flóttafólk millum sín, so var eingin trupulleiki longur. Men tað var ikki loysnin, endurgevur DR forsætisráðharran fyri at siga.
- Fortreytin fyri, at tey skuldu býtast millum londini var, at Grikkaland og Italia høvdu tamarhald á støðuni, og tað hava tey ikki. So tað kann sigast, at tey hava sjálvi funnið út av tí.
- Tí kemur tað ikki upp á tal at taka móti teimum 1.000 flóttafólkunum, fyrr enn skipanirnar virka aftur, segði forsætisráðharrin.