Danmørk, ein hótti?

Eg, 21 ára gamal havnardrongur, sat og hugdi at sendingini »Tá Danmark loysti« (SvF 25.11.1997). Eg taki sendingina fyri sanna og standi fyri, at vit loysa, ongantíð ov skjótt.


Eg tími ikki at geva referat av sendingini, av tí at SvF hevði gjørt eitt megnararbeiði, sum ikki er gjørligt hjá mær at endurgeva.


Hvat er galið?

Alt er galið.

Hvat skulu vit við einum ríkisfelagsskapi, tá ið ein ríkispartur verður stungin í ryggin. Vit føroyingar hava notið av danskarum! Hetta eru tað mong, ið siga. Men, nú vil eg so inniliga ynskja, at vend kemur í. Vit eru avbukað av dønum, teir hava so ruddiliga sett okkum í klemmu. Hetta verða allir føroyingar noyddir at viðganga, sambandsfólk eisini.


Hvat skulu vit gera?

Vit skulu loysa við skynssemi og byggja eitt sunt og vælvirkandi land.

Okkum manglar ein national sosial-liberalistiskan hugsunarhátt, har kenslurnar fyri Føroyum skulu stimbrast.

Útflutningurin skal økjast munandi og innflutningurin lækka.

Útflutningurin av fiski skal bert verða av lidnari vøru og nakað av feskum. Liðugvøra gevur nógv fleiri pengar og arbeiði, um rætt verður farið fram. Óviðgjørdur fiskur skal vera bannaður til útflutnings, av teirri grund at nógv arbeiðspláss verða mist.

Innflutningurin skal lækkast við avgjøldum á luksusvørum. Hetta eru lutir sum dýrir bilar o.a. og hetta pumpar nógvar pengar av landinum. Hesir pengar kundu ístaðin verið nýttir til útbúgvingar. Útbúgvingar, sum vit seinni koma at njóta gott av.


Trupulleikar

Trupulleikar ella avbjóðing. Tað verður neyvan lætt hjá føroyingum í nógv ár, men seinni verða vit glað og lukkulig.

Eg fari at njóta gleðina sum gamal maður, um væl veit við.

Vit koma at føla, at vit liva og vit koma at føla okkum sum føroyingar. Er tað veruliga so, at vit sjóbardu norðbúgvar eru nakrir vimpar, sum ikki tora at standa á egnum fótum. Er tað so, so er best at verða verandi hjá móðir Danmark og sleppa heimastýrinum.


Føroyskur

handilsskúlanæmingur