Dansarar til móttøku í Móttøkuhúsinum

Stóra dansistevnan Havleikur 2022 endaði í gjárkvøldið við galladøgverða og dansi í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Í gjáramorgunin vóru umboð fyri øll londini boðin til móttøku í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu.

 

Tað er Sláið Ring, sum skipar fyri sera umfatandi stevnuni. Í gjáramorgunin vóru so umboð fyri øll luttakandi londini til móttøku hjá borgarstjóranum.

 

Umboð fyri londini handaðu borgarstjóranum minnisgávur, áðrenn tey spjaddust og fóru útaftur at hava dansiframførslur í Havn, m.a. á røktarheimunum.

 

Í Móttøkuhúsinum fingu tey so eisini høvið til at síggja stóra listasavnið, sum umboðar list úr øllum londunum, sum luttaka á dansistevnuni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med##