Á dansiferð í Sumba 18-19. nov. 2005

Dánjal Petur Højgaard,
limur í Eysturoyar Dansifelag



Eysturoyar Dansifelag vitjaði Sumbiar Dansifelag herfyri. Ásettu dagarnir vóru leygardagurin 18. november og sunnudagurin 19. november. Fyri tveimum árum síðan vitjaðu sumbingar í Eysturoynni og 19 ár vóru liðin, síðan eysturoyingar vóru í Sumba seinast. Tí vóru nógv, ið sóu fram við spenningi til hendan túrin suður til syðstu bygd í Føroyum. Okkara veruligi landsendi, har fólk býr.
Mín fyrst dansiferð
Fyri greinskrivaran var talan um fyrstu dansiferð yvirhøvur av oynni. At so leiðin skuldi ganga til eina veruliga háborg innan føroyskan dans, ja tað gjørdi ikki verri.
Flestu av okkum fingu samstundis okkara fyrsta túr við nýggja Smyrli, ið blídliga bar okkum um ein ikki heilt slættan Suðuroyarfjørð hendan dagin.
Ferðalagið, ið taldi knappliga 40, var júst komið á lagið og hevði innlivað seg í atmosferuna í snotuliga spanska skipasmíðinum, ja, so var bara dagaði Froðbiðarnípa knappliga undan, og vit sneiddu stillisliga inn á Trongisvágs Fjørð. Sumbiarbergholið styttir og lættir eisini um annars longu leiðina.
Fyri okkum standa fryntligir sumbingar á leiðini í Skorti. Tú sært beinanvegin, at talan er um eitt blídligt mentafólk: tey koma ímóti okkum. Tú kennir fasta handatakið og tú kennir teg vælkomnan við fyrsta eygnabrá.
Til húsa
Væl er skipað fyri. Hvør luttakari verður boðin til húsa heim við limum í dansifelagnum í Sumba. Vit koma til búgvið borð, við øllum góðum av landi og sjógvi.
Upplyftandi og viðkomandi prát har gomul vinar- og ættarbond verða havd á lofti.
Nøkur av okkum fara á rund­ferð í hesi tiltiknu bygd. Líta okkum út á brimbarda Sumbiarhólm.
Niðan í Hørg, hiðani navnframi Poul F. er ættaður. Saman við fryntliga vertsmanni mínum, Magnusi Jensen, vitja vit eisini kenda fuglafrøðingin Aksal Poulsen, ið m.a. sýndi okkum sítt stóra og umfatandi fuglasavn. Her nema fuglarnir land, tá ið teir koma sunnaneftir. Her komu helst eisini fyrstu búsetarnir í Føroyum framvið. Tú sansar, at her er veruliga talan um okkara syðsta landsenda og undrast á, at fólkið hevur ligið omaná í náðileysa bardaganum við elementini her suðuri, har streymur og vindur kunnu leika sum harðast.
Dansurin
Klokkan níggju møtast dansi­fólkini í nýumvældu uml. 100-ára gomlu dansistovuni. Húsini eru vaksin, bygt er uppí norðurendan. Køkur er gjørdur og húsini eru eisini klødd uttan. Ítøkilig tekin um, at fólkið her unnir kraftkelduni til føroyska mentan, før­oyska dansinum, tey bestu livikor. Gestirnir verða bodnir at leggja fyri. Tað verður gjørt við at elsti luttakari okkara, hin 87-ára gamli Tórir Thomsen. leggur høkjuna og skipar Streing­irs Vísu.
Sumbingar eiga so tørn og taka Kong Sverke. Vit skiftast siðiliga aðruhvørja ferð nakað soleiðis, har okk­ara høvuðsviðførið eru Kópakvæðið og Leirvíks-Páll. Her innímillum flætta sumbingar Jallgrímskvæðið, Frísarnarnir, ið búðu á sinni og Frem igen. Hetta seinasta kvøðið einans av kvinnum  sum tær komu einastandandi væl frá. Frísarnar skipaði ung sumbiargenta við klárari og góðari rødd, har alt dansifólkið tók væl undir.
Nú vóru vit heit og væl fyri at taka ímóti sjálvum hæddar­punktinum í fyrra parti: nú fóru sumbingar undir Sigmundsvísuna:
Blandt Hedenolds de Nordens gjæve Helte
og Sigmund var den ædle Færøersmand,
af alle dem som spændte Sværd ved Bælte,
i Kampen ingen djærvere end han.

Nú kom gamla timbur-dansi­gólvið rættiliga til sín rætt. Vit sveiggjaðu bæði við innihaldi og gólvi. Tað var sum vóru vit øll ein liður í aldargamla, felagsføroyska dansiringinum, ið lyfti okkum upp í hægstu dansisælu! Hetta duga sumbingar best av øllum!
.........
Á midnátt verða vit boðin í trý hús kring dansistovuna til smurt breyð við øllum góðum. Í onkrum húsi ljóma gamlar kærleiksvísur eina løtu aftaná  sum 80 ára gomul kvinna sjarmerandi syngur fyri. So oman aftur í dansistovuna, har annað umfar byrjar.
Framvegis eru fleiri ungfólk við. Gleðiligt at síggja, hvussu sumbingar halda teim ungu til at varðveita forna dýrgrip teirra: serstaka dansilagi, ið er lívligt og fangandi. Góðu røddirnar ganga upp í eina hægri eind við teirra eyðkenda og livandi stevi.
Tórir hevur aftur blaka høkjuna og skipar bæði Stærke Tidrik og Vaagen, ið sumbingar taka væl undir við. Teir koma við nøkrum stuttum og góðum sum Ved Kristiansand og Huldurímu. Eysturoyar dansifelag við sjálvum formanninum Kathrinu Hansen á odda spæla trumfin út, ið eitur Norska Løva.
Sumbingar svara aftur nakað aftaná við seinna hæddar­punktinum, ið gjørdist
Brestis Kvæði, har teir enn einaferð draga okkum beint inní bardagan, inn í sjálvt kvæða-innihaldið. Á ein slíkan hátt, at tú nærum skalt til at skáka tær undan tá ið høggini falla har úti í Dimun, Brestir og Beinir øðrumegin og liðini hjá Tróndi og Bjarna hinumegin......
Fráferð
Klokkan uml.fýra kemur bussur eftir fólki, ið skal til Vágs, Tvøroyri  ella umborð á Smyril at fáa sær eina hvíld áðrenn fráferðína tíðliga á morgni.
Men nøkur taka av hjartaliga blíðskapinum og gista hjá hesum fróðu og mentaðu fólkum. Sunnudagurin fer við hvíld, kirkjugond og vitjan hjá vinfólki.
Tá ið nýggi Smyril leggur aðru ferð frá Drelnesi hendan sunnudagin í november, ber hann enn eina last um fjørðin av takksomum vælnøgdum dansifólki, ið frøðist um eitt stórt dansi-upplivilsi og blíðskap í serklassa, frá Dansifelagnum í Sumba og sumbingum annars. Aftaná tílíkan túr skilur tú enn betri, hví sumbingar fyri nøkrum árum síðan vunnu europeiska heiðursløn fyri at varðveita gamlan mentanararv á besta hátt.