25. januar kann dansifelagið Dansifrøi halda sín 30 ára stovningardag. Hetta verður eisini hildið við einum braki. Tí longu leygardagin 19. januar verður
Torgið í SMS karmur um stórt føðingardagstiltak við mynda- og dansiframsýning og stórari tombolasølu.
Á myndaframsýning verða sýndar fram myndir úr 30 ára longu søgu felagsins.
Myndirnar, sum ikki eru sýndar fram áður, eru umleið 400 í tali. Leygardagin kl. 11.00 og kl. 13.00 er møguligt hjá vitjandi í SMS, at síggja dans á
Torginum. Tá fara limir úr Dansifrøi nevnliga at hava dansiframsýning.
Umframt hetta skipar Dansifrøi fyri tombolasøla, við alskyns vinningum.
Tiltakið á Torginum í SMS letur upp leygardagin kl. 09.00. Opið er til kl. 14.00. Myndaframsýningin hongur tó uppi til fríggjadagin 25. januar.
Vit síggjast í SMS!