Sum greitt varð frá í fyrra parti (Fræið, ið breiddi dansifrøi um landið), so høvdu dansiskeiðini hjá Rhodu Rubeksen við sær, at felagið Dansifrøi sá dagsins ljós í Havn í 1972. Sosialurin hitti nakrar av trúgvu limunum og eisini umboð fyri yngra ættarliðið og næsta ættarlið av dansarum.
Limatalið vaks skjótt og dúgliga varð dansað. Ikki bert í Havn, men eisini kring landið vitjaðu limir úr Dansifrøi at dansa. Hetta hevði við sær, at eisini kring landið fingu fólk hug at royna seg og savnast til dans. Mong dansifeløg stungu seg upp og eru tey flestu virkin enn. Soleiðis var Dansifrøi eitt fræ, ið bar ávøkst kring landið og dansifrøin smittaði og hevði við sær, at eisini onnur, enn limirnir í Dansifrøi, gjørdu av at trína dansin.
Ferðirnar
Árini gingu og limirnir dansaðu. Brátt fór hetta við ferðum út um landoddarnar at taka seg upp og Dansifrøi fekk eisini vitjanir.
Í 1976 var tann fyrsta av mongum uttanlandsferðum. Ferðin gekk til Danmarkar og Dansk Vandrelags Folkedansforening. Sum takk fyri væleydnaða ferð til Føroya, hevði DVL bjóðað limum í Dansifrøi at vitja. Á ferðini í Føroyum í 1974 skipaðu limirnir í Dansifrøi fyri privatari gisting.
- Útlendsku gestirnir vistu lítið um Føroyar, og tað hevur fyri stóran part verið galdandi, tá vit hava havt vitjanir, sigur Erling Jørgensen og Osvald og Eyðleyg Hansen taka undir við honum.
Men í 1976 skuldu føroysku dansararnir sína fyrstu ferð út um landoddarnar og at vitja DVL. Eitt ferðalag, ið taldi 26 limir, fór av Havnini við Ms. England til Esbjerg tann 28. juli 1976. Rhoda og Marius Rubeksen høvdu verið á dansiskeiði í Skotlandi og tóku ímóti í Esbjerg og síðani gekk leiðin við toki til Keypmannahavnar.
DVL hevði skipað fyri dansikvøldum og veitslu, umframt áhugaverdum útferðum. Stundir vóru eisini at fara í Tivoli og til eitt dansikvøld á Lorry. Ferðalagið var aftur í Føroyum tann 10. august. Troytt men fegin.
Einki orkestur
Á aðalfundinum í 1977 kann staðfestast, at felagið framvegis hevur um 300 limir. Talið hevur seinni verið hægri. Nevnt verður á fundinum, at regluliga dansifrálæran er ikki meira. Tí meta fleiri seg ikki duga dansirnar nóg væl. Mælt verður til, at tey, ið duga, hjálpa hinum.
Annar trupulleiki, ið felagið hevur at dragast við, er tónleikurin. Felagið hevur ongan fastan bólk at spæla. Mest verður dansað eftir tónleiki á bandi. Vandin er, at spælt verður upp í saman.
Ársveitslan í 1979 er á Hotel Føroyum og 79 fólk eru á veitslu. Gott borðhald sum vant við røðum og sangi, stendur at lesa um borðhaldið í 25 ára minnisritinum. Spælimenninir Poul Jákup, Hjalti og Regin spældu eina løtu til dans, men annars varð dansað til bandaðan tónleik.
Húsamálið
Sum nenvt í fyrra parti, so hevur alt ikki bert verið ein dansur á rósum hjá limunum í Dansifrøi.
Hotel Føroyar flutti av Kongabrúnni. Eftir hetta húsaðist felagið fleiri staðni og hugsanin tók seg upp um egin hús. Her skal í stuttum takast samanum, men hevur ein hug at lesa neyvari um málið, so er vert at kaga í 25 ára minnisritið um Dansifrøi.
Mett varð, at felag við so nógvum limum, átti at havt egin felagshús.Ivaleyst var ætlanin at skipa so fyri, at húsini vóru karmur um øll tiltøk; dansikvøld, veitslur, dansifrálæru og onnnur tiltøk.
Málið var fyrstuferð frammi á aðalfundi í 1973. Síðani aftur í 1975 og limagjaldið verður tá hækkað til 60 krónur um árið og avgjørt verður, at 20 krónur av limagjaldinum fara í ein húsagrunn. Í 1977 verður limagjaldið sett til 100 krónur og ikki minni enn 60 krónur skulu setast í húsagrunnin.
Í 1979 standa 50.000 krónur í Húsagrunninum. Sama ár ger býraðið av, at økið millum Tinghúsvegin og R.C. Effersøesgøtu skal leggjast av til býarhús. Fleiri feløg eru áhugað í at byggja og hava samband við býráðið. Ætlanin er so, at tey sjálvi, ella saman við býráðnum, kunnu byggja hús. Feløgini, ið høvdu søgt grundøki, vóru Disko-tek-klubbin, Jazzfelagið, Skansastova, Dansifrøi og Bridgefeløgini.
Býarhúsið varð ongantíð bygt, men skuldi ætlandi standa nakað niðanfyri ?Mexiko?.
Í 1982 verður avgjørt á aðalfundi í Dansifrøi, at 40% av limagjaldinum skal setast av til húsini. Einki røkist fyri eini loysn. Eitt skifti er upp á tal at leiga kjallaran í nýggju Batmintonhøllini, men eisini hetta verður av ongum. Heldur ikki kemur í lag fast leigumál við nýggja Hotel Føroyar.
Árini ganga. Í 1990 er málið aftur frammi. Onkur mælir til at ogna sær grundøki til felagshús. Summi halda vera ov langt at fara niðan í Hoydalar, har felagið húsast í Studentaskúlanum. Á fundi verður limagjaldið hækkað til 150 krónur, harav 50 krónur fara í Húsagrunn. Skipað verður fyru lutaseðlasølu til frama fyri hús. Inn koma góðar 60.000 krónur netto.
Seinni er eisini limaskapur í ÍSF á skránni, men einki kemur burtur úr hesum. Seinni fær Dansifrøi tilboð um grundøki við FK í Hoyvík, men tekur ikki av.
Á aðalfundi 22. januar í 1995 hevur ein av stovnarum felagsins, Eyðleyg Hansen, uppskot um at broyta lógina. Mælt verður til, at tilskrivað renta av peninginum í Húsagrunninum kann nýtast til tiltøk og menning av felagnum ? fyrst og fremst dansiskeið, ið er aðaltátturin í felagnum. Uppskotið verður samtykt. Meira peningur verður ikki settur í grunnin, men tó kann felagið ikki sigast at vera í fíggjarligari trongstøðu. Fitt av peningi er til rakstur og í Húsagrunninum stendur meira enn ein hálv millión krónur.
Málið um egin hús er eftir hetta ikki millum fremstu mál felagsins.
Yngra ættarlið
Joan Bláfoss er í dag 20 ára gomul og millum yngru limirnar í Dansifrøi. Samstundis er hon annað ættarlið.
Tá mamman og pápin dansaðu, fylgdi hon við úti við kantin. Hon fekk síðan undirvísing og 16 ára gomul gjørdist hon limur.
- Eg havi verið við síðani, sigur Joan, ið eisini sjálv undirvísir dúgliga. Hon heldur, at ov fá ung eru við, men hon er við sínum 20 árum ikki yngsti limurin.
Joan, Eyðleyg og Osvald Hansen og Erling Jørgensen eru samd um, at tað gongur væl í felagnum í løtuni. Um 200 virknir limir eru. Har ímillum eisini tey, ið byrjaðu felagið. Tó er áhugin altíð ójavnur og soleiðis er eisini í feløgunum kring landið.
Í 1990 var dansistevna í Havn, har øll dansifeløgini savnaðust. Síðani hevur verið skift til ymisk støð í landinum og í 2000 hittust aftur um 400 fólk í Havn.
Hóast áhugin er ójavnur, er Dansifrøi støðugt felag, ið hvílir í sær sjálvum, meta Eyðleyg, Osvald og Erling. Tey siga, at vanligt hevur verið at hildið rundar dagar hjá felagum, og soleiðis verður helst eisini, nú brátt 30 ár eru síðani stovnandi fundin 25. januar í 1972.
Keldur:
Prát við limir í Dansifrøi
Dansifrøi 25 ár, minningarrit. Erhard Jacobsen ritstjórnaði (1997)