Í fleiri øldir hevur menniskjað verið áhugað í at venja góðar hundar. Eitt av góðu amboðunum er at føra ættarbók. Ein ættarbók er eitt skjal, sum gevur neyvar upplýsingar um hundin og forfedrar hansara. Hesar upplýsingar hava sjálvandi bert virði, um til ber at líta á teir, tí í hesum døgum kunnu øll gera sær eitt tílíkt skjal við telduni. Tí hevur trúðvirðið hjá tí felagskapi, sum útskrivar ættartalvuna, stóran týdning.
Dansk Kennel Klub (DKK) er elsta felag fyri hundar og hundaeigarar í Danmark. Felagið var stovnað í 1897, og hevur Hansara Kongeligu Hátign Prins Henrik sum protektor. DKK hevur 27.000 limir í høvuðsfelagskapinum, og umleið 45.000 limir í dóttirfeløgunum. Í tøttum samstarvi ímillum høvuðsfelagskapin og dóttirfeløgini, verður avgjørt hvørji heilsukrøvini ?og onnur møgulig krøv, skulu verða lokin, fyri at hesi ymisku hundasløgini kunnu verða ættarbókaførd. Hetta tryggjar so góða hundagóðsku sum gjørligt. Á heimasíðuni www.dansk?kennel-?klub.dk síggjast krøvini, ið verða sett, fyri at hundar kunnu fáa stambók.
Tað eru longu umleið 100 ættarbókaførdir hundar ío Føroyum. Flestu teirra koma úr Suðurdanmark. Men tá ið hesir hundar so fáa hvølpar í Føroyum, er tað sjáldan, at hvølparnir verða ættarbókaførdir. Nakrir eigarar hava sagt, at tað er orsakað av, at tað er torført at uppfylla krøvini til lívdjórini. T.d. eru nøkur av heilsukrøvunum, ið eru ógjørlig at uppfylla, tí neyðugu kanningarnar ikki kunnu gerast í Føroyum. Kanska orsakað av serútgerð, ið djóralæknin ikki hevur.
Fyri at hjálpa hesum føroysku hundaeigarunum, hevur DKK tikið avgerð um, at føroyskir hvølpar, sum eina royndarskipan fram til árslok 2006, kunnu ættarbókaførast í DKK, um bert bæði lívdjórini hava eina, av DKK, góðkenda ættarbók.
Av og á eru eisini føroyingar, ið seta seg í samband við DKK, tí hundar teirra, ið eru av reinum slag, als ikki hava nakra ættartalvu. Í hesum førum kann stjórnin í DKK føra hundin fyri ein viðurkendan dómara, ið síðani tekur støðu til, um hundurin er av so reinum slagi, at hann kann fáa ættarbók frá DKK. Fyri at DKK kann fáa innlit í hvussu stórur tørvur er á hesum slagnum av ættarbókaføring, fer DKK nú at gera ein »ansøgnings-liste«, har hundaeigarar, ið ynskja at fáa hundin góðkendan til ættarbókaføring, kunnu skrivaseg upp, áðrenn árslok 2004.
Farast skal inn á www.dansk-kennel-klub.dk, undir »Sidste nyt«, undir punktinum »Fremstilling - Færøerne« her ber eisini til at finna aðrar upplýsningar.