Dansk-somaliskur maður dømdur fyri at umskera dóttur

Ein 57 ára gamal somalskur maður varð í dag dømdur í Danmark dømDur í tvey ára fongsul fyri at hava verið við til, at dóttir hansara varð umskorin.

Rætturin í Glostrup hevur í dag dømt ein danskt-somalskan mann tvey ár í fingsul fyri at hava viðvirkað í at dóttir hansara varð umskorin. (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Københavns Vestegns Politi í tíðindaskrIvi.

Ágangurin varð sambært løgregluni framdur eitt stað, sum ikki er nærri lýst, í Somalia í 2014.

Gentan varð tvUngin inn í eitt hús og uttan doyving útsett fyri kvinnuligari umskering, sum gav henn varandi skaðar í undirlívið, skrivar Københavns Vestegns Politi.

Gentan var saman við mammu síni og fýra systkjum í fleiri á ímóti vilja teirra í Somalia. 

Tað eydnaðist teimum at koma aftur til Danmarkar í 2020.

Síðani hevur málið verið kannað av løgregluni.

/ritzau/

 

Rætturin í Glostrup hevur í dag dømt ein danskt-somalskan mann tvey ár í fingsul fyri at hava viðvirkað í at dóttir hansara varð umskorin. (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix