Seinasta strokið er sett og pensilin er lagdur

Røðan, ið Sigbritt við Neyst helt um farbróðirin, Olivur við Neyst í Betesda í Klaksvík hósdagin 30. mai

Í Brekkuskákinum í Klaksvík liggja hús bygd í 1953. Hetta húsið bleiv heimið hjá Olivur, tá hann varð føddur 12. desembur sama ár. Áðrenn hann var stóribeiggin, Jóhan, sum varð føddur í 1951 og er pápi mín, og í 1955 kom lítlasysturin Agnas. Eitt flott tyssi av trimum fittum børnum.

 

Mamman Sybilla, sum var ættað úr Gerðum í Klaksvík, var heima og tók sær av børnum og húsarhaldinum. Pápin Hans, sum var hvalbingur, silgdi og var mangan langar túrar burtur. Tíðirnar kunnu ikki samanberast við í dag. Túrarnir vóru langir og baldrutur, og ikki kundi nógv frættast millum heimini og teir, sum vóru umborð.

 

Sybilla og Hans, omma og abbi, livdu eitt vanligt friðarligt lív. Bæði høvdu tey góð handalig evnir. Omma bant, seymaði og spældi klaver, og abbi kom úr eini framilju við bæði húsa- og bátasmíð og dugdi sera væl at smíða. Tá abbi gjørdist alsamt meiri sjúkur av sclerosu, fór hann í land, har hann gjørdi sær umstøður at evna ymiskt úr træ.

 

Í húsinum var pláss hjá børnum teirra at vera børn. Har varð teknað og málað á veggir, sum seinni skuldi tapetserast, og ikki minst bleiv teknað á køksborðið, og so vaskað aftur. Har var nógv lív í, og nógv skuldi roynast, bæði inni og úti. Mangan hava babba og Olivur flent eftir øllum teirra kúllaligu gerðum, teir gjørdu sum børn, so omma man ikki bara hava havt tað lætt. Tá Olivur gjørdist eldri hevði hann sendarar, plátuspælara, radio og walki-talki í kamarinum, so hann hevur nokk verið tann kuli drongurin í klassanum. At fáast við tøkni var nakað hann tíðliga vísti evnir og áhuga fyri.

 

Olivur vísti seg eisini heilt tíðliga at hava sera góð evnir at tekna, og hetta skuldi seinni vísa seg at leggja góðar lunnar undir hansara list. Longu sum 15 ára gamal var hann við á norðoyastevnuframsýningini og fólk byrjaðu at gerast varug við henda unga mannin. Sum 17 ára gamal var hann við á ólavsøkuframsýningini. Hann dugdi á serligan hátt at fanga løturnar. Løtan tá mamman situr og bindur, stendur og vaskar upp ella tosar í telefon, løtan tá ein drongur liggur í seingini og grætur, tí hann hevur ilt í búkinum, tá omman situr og lesur ella abbin, sum fær sær ein slang á sofuni osv. So einastandandi livandi og flott teknað.

 

Pápin hevur møguliga tó ikki sæð so stórt virði í hesum. “Tú mást blíva til nakað, eingin kann liva av at mála og tekna” skuldi hann havt sagt. Og tí var Olivur farin í læru til radiomekanikkara. Listina kundi tó eingin taka frá honum. Sum radiomekanikari kom hann runt í nógv heim, og altíð var tað listin á vegginum, sum fangaði og gav honum íblástur. Á verkstaðnum kom eisini mong tekning á bæði vegg og smáar lepar, og ofta var tað við speisemi og skemti. Hugtakandi var tað at síggja, hvussu Olivur kundi, við fáum linjum, fáa so manga vangamynd at líkjast so væl.

 

##med2##

 

Olivur hevur fingið íblástur og árræði frá nógvum ymiskum til at menna seg listarliga. Ingálvur av Reyni, sum tá sýndi fram har norðuri, Fridtjof Joensen, sum júst var komin heim av listaskúla og byrjaði tekniskúla, Amariel Norðoy, Páll Purkhús og Gunnleiv Glerfoss eru bara nakrir. Spírin var sáddur og klárur at búnast, og Olivur fekk alsamt størri hug at søkja á Akademiið.

 

Í 1975 fór, tann tá 22 ára gamli, Olivur til Keypmannahavnar á listaskúla. Hann var tá ein av teimum 20, sum sluppu inn av 200 umsøkjarum. Hann gekk fýra ár á málaraskúla og tók síðan listapædagogik, sum gevur førleika at læra frá sær. Olivur fordjúpar seg í listini og nýtir eisini nógva tíð at taka fotomyndir. Eg var nokk einasta barn, sum var so tætt upp á hann, so ofta var eg á myndunum. Eins og í tekningum og málningum var sermerkið hjá Olivur at fanga løturnar. Einki pyntað og einki uppstillað, tað skuldi vera autentiskt og akkurát sum tað var. Hann fangaði løtuna tá lítla gentan fær suttuna, og hvussu lin eyguni eru vorðin, ella tá hon nýtir sín ís ímeðan tað rennir niður eftir høkuni, ella nærmyndin av grátandi barninum. Bara lívið sum tað veruliga var. Tíðin í Danmark fekk sín enda, og tíð var at venda heim aftur til Føroyar.

 

Í bókini um Olivur, sum Norðurlandahúsið gav út, stendur m.a. “Tað var sum eitt frískligt várlot, tá Torbjørn og Olivur komu aftur til landið fyrst í áttati árunum. Og framsýningin teir høvdu saman við Amariel Norðoy, var føroysk list á einum vegamóti. Framsýningin var ein tann besta og mest spennandi í nýggjari tíð, og allir tríggir lótu seg upp av nýggjum. So sigandi at fólk tosað um hana enn. Við hesi framsýningini fekk Olivur helst sítt veruliga frambrot sum listamaður. Har var lív og virksemi í málningunum og litsamansetingar, sum vit ikki vóru von við.”

 

Men, tað er ikki einans málningar og list í lívinum hjá Olivur hesa tíðina. Olivur bleiv í 1982 pápi fyri fyrstu ferð, tá hann og unnustan Dagmar fingu sonin Grím. Ein so søtur drongur við fittum myrkum krúllum. Grímur var føddur í Danmark, men tá hann var tvey ár fluttu tey heim. Karmurin um teirra lív var fyrst á landavegnum hjá foreldrunum hjá Dagmar, og síðan í raðhúsunum í Langatúni, har lítla familjan setti búgv. Lívið var gott. Nú er tað m.a. løturnar við unnustuni og soninum, sum koma á lørift, papír og foto. Í 1991 fáa tey sonin Hall. Enn ein vakur og elskuligur drongur við fittum bláum eygum. Tey livdu sítt familjulív í Havn, men dreingirnir komu ofta til Klaksvíkar til ommuna at vitja, og har sluppu vit eisini at vera nógv saman við teimum.

 

Hesi og komandi árini koma óteljandi verk av alskyns slag og alskyns myndaevnum. Útróðrarmenn við kai, hoygging, fletting, heimbýurin við sermerktu kirkjuni, kunoyarfjall, borðoyavík, og av Havnini við Vesturkirkjuni og vágni, sjólív, bygdalív, bóndalív og nøkur av hansara meistaraverkum frá túrinum umborð á snellubátinum Ester undir Íslandi. Alt hvørt um annað á lørift og papír, sum myndprýði í bókum, skúlabókum og meir enn 50 framsýningum, sum hann luttók í.

 

Litirnir Olivur nýtti vóru ofta bjartir og fangandi. Ikki minst hansara bláa og appelsingula, sum gjørdi at man visti at hatta er ein Olivur.

 

Og litsamanseting meistraði hann framúr væl. Í bókini skrivar Marianna Debes Dahl m.a. um eitt listaverk, sum Olivur hevði málað av Klaksvíkini. “Kunoyargalvur pettaður sundur og settur saman aftur við eini ørgrynnu av sterkt litaðum brotum, hvøssum og bogaðum, hvørt um annað. Saman byggja tey upp hetta eyðkenda fjallið, sum okkara avmarkaða eyga vanliga bara sær sum ein ovurstóran tríhyrning ella sum tað høga stevnið á einum risaskipi, ið kemur grøvandi inneftir. Og úr einari glaðari litveitslu dagar Klaksvíkin sjálv fram. Ikki grá og vát, men í lukkuligum prýði, ja, hon tárar av gleði um stásbúnan, listamaðurin hevur latið hana í.”

 

Litirnir í lívinum hjá Olivur eru tó ikki einans bjartir hesa tíðina, og onkrar stúranir høvdu verið um Olivur longu áðrenn hann hitti unnustuna og fekk børn. Fólk, sum minnast Olivur sum ungan drong, lýsa hann sum friðarligur, afturhaldandi, eitt sindur innilokaður og følin. Hvat var og ikki, so tók hann ikki fult ta ábyrgd, sum tað var at vera pápi og skapa eitt trygt og gott heim fyri síni. Tó eg veit, at tíbetur hava synirnir nógv góð minnir um pápan, sum var góður við teir og sum m.a. hevði teir við og tók teir upp í sítt arbeiði.

 

Allarminst tók hann sær væl av sær sjálvum og vildi tó ongantíð taka ímóti ta hjálp, hann fekk bjóðað. Hetta hevur verið allar harðast hjá synum og unnustuni at vera vitni til, men eisini restini av familjuni.

 

Vit kunnu spyrja hví? Var okkurt hent, sum nívdi hann ella var hann ein so sansandi persónur, at lívið, við tí ábyrgd sum fylgir við, var ov nógv. Hann varð føddur í eini tíð har tað at vera sensitivur ella sterkt sansandi varð sædd sum at vera veikur. Hevði tað verið øðrvísi um hann varð føddur í dag, ella kanska fyri 1000 árum síðan?

 

Fyri urmenniskjað var tann sensitivi tann týdningarmiklasti fyri, at flokkurin kundi yvirliva. Hesin persónurin bleiv settur fremst, tá tey skuldu flyta seg, so hann kundi hoyra, síggja og merkja um flokkurin var tryggur. Beint aftanfyri hendan persónin gingu menn við boga og píl, klárir at skjóta, tá tann fremsti varnaðist eitthvørt.

 

 

 

Var ótrúliga sansandi

 

Í samfelagnum, sum Olivur vaks upp í, varð tann sensitivi ofta settur aftast sum tann veiki, ella mátti hann syrgja fyri at herda seg. Tá eg hoyri og síggi, hvussu onnur hava lýst Olivur sum persón, so upplivdu tey hann sum at vera følin, lítillatin, góðsligur, varin, friðarligur og sansandi.

 

Og soleiðis kendi eg hann eisini. Hann var so ótrúliga sansandi við øllum sínum sansum. Hetta varð eisini tað, sum gjørdi, at hann kundi skapa slík meistaraverk. Hann gav og gav av sær sjálvum, av síni list, gav so mongum íblástur, gav sína sál og fylti heimin við lív og litum. Men, seinni legði eg merki til, at hann dugdi sera illa at móttaka.

 

Seinni árini var hann nógv hjá ommu, og har plagdi eg innímillum at geva honum rós fyri okkurt, men oftast hugdi hann niður ella hugdi vekk, tá eg rósti honum. So gav tað møguliga eisini meining, at hann setti meg sum tannáring at ansa hansara listaframsýning. Har kom ein rúgva av gestum, men Olivur fekk ongan ágóða av rósandi orðum og herðaklappum. Ein andsøgn í at hava tørv á viðurkenning, og tó ikki orka alt uppmerksemi ella hvat tað nú mundi vera.

 

Um eg kann nýta hetta høvið til at læra okkum at síggja sensitivitet sum at vera sterkt sansandi og ikki verandi veikur, so kann søgan um Olivur møguliga broyta okkurt fyri onkran. At vit møguliga skulu aftur til urmenniskjað og læra at seta tann sterkt sansandi fremst, soleiðis at tá tann persónurin sigur, at her er við at vera ótrygt, so er tað tá, vit skulu steðga á, ístaðin fyri at vit øll skulu herdast. Vit hava longu ein alt ov harðan heim. Eg kann ímynda mær, at um vit lærdu hetta, so høvdu vit havt ein heim við minnni strongd, minni tunglindi, minni angist og minni kríggj. Í dag finnast hesu menniskju ikki í einum urskógi, men í einum barnagarði, einum skúlaflokki og á einum arbeiðsplássi.

 

 

 

 

 

Seinastu 2-3 árini hevur Olivur búð á stovu 12 í Vallalíð. Hetta var honum ein stór hjálp og okkum ein stórur lætti, tí hann megnaði ikki longur at taka sær av egnum viðurskiftum. Har fekk hann umsorgan og ró, í einum tryggum og góðum umhvørvi.

 

Í farnu viku var eg og vitjaði Olivur á sjúkrahúsinum. Eg visti væl, hvussu støðan var og at hetta møguliga kundi vera seinastu ferð. Eg hevði hugsað meg um, hvat eg hevði upp á hjarta og fegin vildi siga við Olivur.

 

Olivur hevur vitað væl, at hann hevur svíkt seg sjálvan, og við tí gjørt tey rundan um seg stúrin og kedd, men hetta var ikki tað eg vildi minna hann á hesa løtu.

 

Tíbetur var hann vakin og virkaði so klárur hesa løtuna. Eg segði við hann, “Olivur, nú ert tú sjúkur og veikur og orkar ikki at gera nógv, men á hvat tú hevur givið nógv til verðina”. “Ja tað havi eg” segði hann, og so tók hann uppaftur alt, sum eg segði. “Tú hevur gjørt okkum stolt av við Neyst navninum”. “Ja tað havi eg”. “Tú hevur givið íblástur til mangan mann og hugbundið manga sál”. “Ja, eg havi givið íblástur og hugbundið”. “Blátt og appelsingult, sum tú setti á gráa og myrka landslagið”. “Ja, blátt og appelsingult”. “Og tað, sum tú kanst vera allarmest stoltur av er, at tú hevur givið heiminum tveir yndigar og deiligar synir”. Tá steðgaði hann á og segði: “Ja, tað passar” og so takkaði hann fyri.

 

Eg fekk kensluna av, at hann tók til sín, og ein glóð var í annars gráa og sjúka andlitsbránum. Eg reistist, gav honum eitt klemm og fór yvir til hurðina. “Farvæl og jesupápi verið hjá tær, Olivur” segði eg. Hann rætti hondina upp og vinkaði.

 

Tá eg kom í bilin komu tárini um hetta lív, sum nú var komið móti endanum, men eisini ein gleði um at hava sagt honum eitt ordiligt far væl.

 

Seinasta strokið er sett, og pensilin er lagdur. Æra verið minni um okkara kæra Olivur.