Danskir búskaparfrøðingar vænta, at nógvir danir fara at missa arbeiðið í vetur orsakað av trupulleikum á marknaðinum bæði heima og uttanlands.
Búskaparfrøðingarnir vísa á, at fleiri av teimum stóru arbeiðsgevarunum so sum Carlsberg, Vestas og Danske Bank hava sagt nógvum fólki upp. Harafturat kemur, at stjórnin ætlar at hækka skatt og avgjøld, sum fara at tyngja raksturin hjá vinnuni.
Tore Stramer, sum er leiðandi búskaparfrøðingur hjá Nykredit, stúrir fyri, at talið á arbeiðsleysum dønum kann koma upp á umleið 200.000 eftir stuttari tíð.