Bridge
Fyrst ein lítil stubbi um FM-kappingina fyri pør. Her skuldi hálvfinalurnar eftir ætlan verið leiktur seinasta leygardag, men eru hesar nú fluttar til komandi leygardag. Samstundis er tilmeldingarfreistin flutt til 5. mars.
DK- Finalan:
Klaus Adamsen ? Peter Schaltz: 149,5-138
Fyri nógvar føroyskar Bridgespælarar er tað, at fylgja við í bestu donsku bridgedeildini
tað sama, sum tað er hjá fótbótlsfjepparum, at fylgja við í enskum fótbólti. Hetta vikuskiftið varð so vinnarin av donsku kappingini funnin. Nógv vóru tey, ið hugdu eftir finaluni á alnetinum á www.swan.dk.
Finalan stóð millum liðini hjá Klaus Adamsen og Peter Schaltz. Tað gjørdist ein sera jøvn og spennandi finala. Liðið hjá Peter Schaltz stóð til at vinna finaluna, men tvey fylgjandi kostnaðarmikil spøl gjørdu, at liðið hjá Klaus Adamsen kortuni vann.
Hetta var annað av spølinum, ið vendu finaluna til fyrimunar Klaus Adamsen.
.
V/NS
EKD
8
D1092
B10732
B9710864
EB10976D32
8K6
D65EK94
532
K54
EB7543
8
VNES
PeterThorvaldMathiasJan
FredinAagaardBruunNicolaisen
2Rpas3Hpas
pasDpas4R
ap.
2R = Multi
3H = Pass or correct
11 stik 150
VNES
DennisDortheKlausPeter
Koch-PSchaltzAdamsenSchaltz
2HD4HD
ap.
Suður meldaði ikki tann vinnandi 5R, men valdi at straffa 4H, hetta skuldi koma til at kosta nógv. Efter SE og SD skifti Norðan til R10, ið REv tók via RK, og Sunnan spældi R5 aftur. Eftir hetta vinnur vestan meldið við at klípa eftir HK og skvisa norðan, ið skal halda báðum teimum svørtu litinum.