Danska læknafelagið: Alkohol eigur at vera dýrari

Danska læknafelagið metir, at í meðal verður dekan og nógv av alkoholi drukkið í Danmark. Felagið vil vera við, at um prísirnir á alkoholi hækka, fara fólk at drekka minni.

 

Formaður í Læknafelagnum, Andreas Rudkjøbing, sigur, at prísirnir á alkoholi eru alt ov lágir.

 

– Alkoholsmisnýtslan er sum frálíður vorðin ein samfelagstrupulleiki, og eingin ivi er um, at prísirnir á alkoholiskum vørum eru alt ov lágir. Tað líkist ongum, at tú í dagens Danmark kanst fara inn í ein handil og keypa tær eina fløsku av brennivíni fyri einans 70 krónur, sigur han.

 

Írar hava júst samtykt ein lágmarksprís á alkoholi. Hetta vil við øðrum orðum siga, at landsins leiðsla setur eitt mark fyri, hvussu bíligt alkohol má vera. Samstundis er bann sett fyri at lýsa við alkoholi nærhendis skúlum.

 

Danski heilsumálaráðharrin, Sofie Løhde (Vinstra), avvísir uppskotið. Hon trýr ikki, at fólk fara at drekka minni um prísirnir fara upp. Samstundis metir hon, at verða prísirnir settir upp, fer hetta at økja um marknahandilin í Týskalandi. Har eru prísirnir á øli, víni og brennivíni væl lægri enn í Danmark.

 

Hvør dani yvir 14 ár drekkur um 9,4 litur av reinum alkoholi um árið.