Danska samgongan framgongd

Fyri fyrstu ferð í langa tíð fær danska stjórnarsamgongan framgond í einari meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri kringvarpið DR.

Sosialdemokratarnir fáa 0,9 prosentstig afturat og fáa nú 19,9 prosent av atkvøðunum. Tað gevur 35 tinglimir ella tveir fleiri enn næstseinasta kanningin.

Tey Radikalu og SF hava eisini framgongd við ávikavist einum og tveimum tinglimum samanborið við næstseinastu kanning. Eindarlistin missir hinvegin tvey umboð.

Hinumegin miðjuna missir Vinstri tríggjar tinglimir samanborið við ta næstseinastu kanningina og hevði nú fingið 56.