Í næstu viku kemur danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen og maður hennara Bo Tengberg, á almennari vitjan í Føroyum. Tey koma týsdagin og fara heim aftur hóskvøldið og tað er løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini.
– Vit eru í einari broytingartíð. Russiska álopið á Ukraina 24. februar setur nýggj krøv til samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Hetta er fyrstu ferð vit hittast, síðani kríggið brast á. Tí eru fleiri týdningarmikil mál at umrøða, bæði millum Føroyar og Danmark, men eisini í sambandi við trygdarstøðuna í Europa, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindaskrivi um vitjanina.
Samstundis verður eisini fyrsti fundurin í nýstovnaða samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita við borðið á jøvnum føti og viðgera uttanríkismál verjumál og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, sigur løgmaður.
Fyrrapartin týsdagin er fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran í Tinganesi og so fara løgmaður og danski forsætisráðharrin á vitjan á Glasi. Seinnapartin gongur leiðin út í Koltur, har Bjørn Paturson og Herleif Hammer frá Tjóðsavninum greiða frá um Koltursætlanina. Um kvøldið fara løgmaður og forsætisráðharrin til landsdyst á Tórsvølli, har Føroyar og Luksemborg spæla.
Mikudagin verður vitjað hjá Ocean Rainforrest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen tekur í móti. Í Klaksvík verður vitjað í Christianskirkjuni og hjá Føroya Bjór.
Hósmorgunin verður árligi ríkisfundurin ímillum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin. Ríkisfundurin verður í Hoyvíksgarði í Hoyvík. Seinni sama dag verður fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr Danmark og Grønland luttaka.
Mette Frederiksen og maðurin fara av landinum aftur hóskvøldið. Hetta er aðru ferð at Mette Frederiksen er á almennari vitjan í Føroyum. Fyrru ferð var í november 2019, haðani myndin er.