Danskir rithøvundar vitjað føroyskar

Í vikuni hevur Den Danske Forfatterskole verið í Føroyum.

Den Danske Forfatterskole hevur í vikuni verið í Føroyum, har tey hava hildið til á Føroya Fólkaháskúla. Endamálið við ferðini hevur verið at fáa nýggjan íblástur og nýggja luft undir veingirnar, sum tey siga. Fjúrtan næmingar ganga á skúlanum í tveimum flokkum. Oddfríður Rasmussen, rithøvundur, er fyrsti og einasti føroyski næmingurin nakrantíð.

Tað er ógvuliga trupult at sleppa inn á skúlan. Umsøkjaratalið liggur um 180-200 á hvørjum ári, 15 verða sáldaðir frá og kallaðir til samrøðu og 6-8 verða tikin inn. Upptøkutreytirnar eru harðar og sum ein av lærarunum sigur, er úrvalsprosessin óhugnalig.

Á ferðini í Føroyum hava næmingarnir og lærararnir á skúlanum hitt føroyskar rithøvundar, nevnast kunnu Guðrið Helmsdal, Heðin Klein, Jóannes Nielsen, Gunnar Hoydal, og Carl Jóhan Jensen. Mikukvøldið varð skipað fyri kvøldsetu í Listaskálanum við upplestri av bæði føroyskum og donskum rithøvundum, har Oddfríður Rasmussen var ein, og hóast fá fólk møttu upp, var tiltakið væl eydnað.

Danski Rithøvundaskúlin, sum varð stovnaður í 1989 av navnframa Poul Borum, ið doyði herfyri, vitjar javnan aðrar rithøvundaskúlar í Norðurlondum. Ulla Ryum, sum leikstjórnaði stóra leikinum Antigone, ið varð spældur í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani, er lærari á skúlanum. Stjóri er Niels Frank, sum eisini hevur verið næmingur á skúlanum.