Danskt bragd í EM

Danmark framdi eitt bragd, tá teir í dag megnaðu at vinna á favorittinum úr Hollandi. Michael Krohn-Delhi skoraði einsamall málið í dystinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Danmark hevði Niki Zimlig við. Hann var annars sera ivasamur undan dystinum. Holland valdi at spæla við tveimum verjukendum miðvallarum, Mark Van Bommel og Nigel De Jong.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom Danmark á odda. Eitt sindur tilvildarligt endaði bólturin hjá Brøndby leikaranum Michael Krohn-Dehli. Staddur stutt uttanfyri brotsteigin, snýtti hann tveir hollendarar og úr vinstru skjeyt hann bóltin millum beinini á málmanninum og í mál.

 

Danir valdu at spæla bóltin út brotsteiginum hvørja ferð og tað var um reppið at tað gekk gali tíggju minuttir fyri hálvleik. Stephan Andersen, danski málverjin, spældi bóltin bein í beinini á Arjen Robben, sum eftirfylgjandi rakti stongina.

 

Danmark stóð ímóti trýstinum í fyrru hálvu av seinna hálvleiki og hevði enntá møguleikar at økja. Tjúgu minuttir fyri tíð skifti Holland Klass-Jan Huntelaar og Rafael Van der Vaart inn, meðan danir tóku Christian Eriksen út. Holland royndi at trýsta seinstu løtuna, men danir stóðu stinnir. Holland kendu seg snýttar fyri brotsspark stutt fyri tíð og sjónvarpsmyndirnar vísa eisini, at bólturin fór í hondina á høgra bakkinum, Lars Jacobsen.

 

Samanumtikið høvdu hevði Holland fleiri møguleikar og meiri spæl, men millum annað eitt gott avrik frá Stephan Andersen í danska málinum gjørdi at danir nú hava ein møguleika at koma víðari úr bólki B.

 

“Danmark hevur ongantíð tapt í einum EM endaspælið, eftir at teir hava skorað fyrst.” (Opta)

 

Holland – Danmark 0-1 (0-1)

0-1 Michael Krohn-Delhi, 24

 

Holland: Stekelenburg, Van Der Wiel(Kuyt 84.min), Heitinga, Vlaar, Willems, Van Bommel, Nigel De Jong(Van der Vaart 71.min), Robben, Sneijder, Afellay(Huntelaar 71.min), van Persie.

Á bonkinum: Vorm, Mathijsen, Bouma, Schaars, Strootman, Luuk De Jong, Narsingh, Boulahrouz, Krul.

 

Danmark: Andersen, Jacobsen, Kjaer, Agger, Simon Poulsen, Kvist Jorgensen, Zimling, Rommedahl(Mikkelsen 83.min), Eriksen(Schone 74.min), Krohn-Delhi, Bendtner.

Á bonkinum: Lindegaard, Christian Poulsen, Bjelland, Okore, Silberbauer, Pedersen, Wass, Jakob Poulsen, Kahlenberg, Schmeichel.

 

Dómari: Damir Skomina (Slovenia)