Danskur floksformaður til Føroyar í kirkju dýrabiðidag

Formaðurin í Dansk Folkeparti harmast um, at Fólkatingið hevur avtikið dýra biðidag. Hann kemur tí til Føroyar í krikju

– Eg eri spentur til næstu vitjan mína í Føroyum. Um ikki fyrr, so dýra biðidag 26. apríl, tá eg gleði meg til at sita í eini føroyskari kirkju og senda eina ker­liga heilsan til donsku stjórn­ina.

 

Soleiði skrivaði Morten Mess­er­schmidt í eini tíð­ar­grein í Sosialinum í summ­ar.

 

Vit hava spurt Morten Mess­er­schmidt, um hann kem­ur til Føroyar dýra biði­dag.

 

– Jú, tað er júst tað eg geri. Eg komi hósdagin og fari í kirkju dýra biðidag, sig­ur hann.

 

Í tíðargreinini vísti hann á, at krist­in­dómurin og kirkj­an fram­vegis hava ein týð­andi leiklut í føroyska sam­fel­ag­num, sum ikki kann sam­an­berast við viðurskiftini í Dan­mark, har stjórnin av­tekur halgidagar, og har pres­t­ar mangan misskilja við­ur­skiftini millum Guds og keisarans og føra bein­leið­is propaganda.

 

– Í Føroyum halda tit í trú­skapi til kirkju og ment­an fast í siðunum – eisini dýra biðidegi. Tað tosar til hjart­að hjá mær.

 

– Eitt errið land avtekur ikki sín­ar halgidagar. Men fagn­ar teir og elsk­ar teir, sigur Morten Mess­er­schmidt, sum kemur til Føroya í morgin og sum fríggjadagin, dýra biðidag, fer í kirkju í Før­oy­um.