Ein danskur klatrari doyði, tá hann datt oman í teimum sveisisku alpunum í dag. Tað upplýsti sveisiska løgreglan seinnapartin.
-Fýra danskir menn vóru á veg frá Rimpfischhorn í 4.100 metra hædd, tá ein teirra misti fótafestið. Fallið var um 300 metrar, sigur ein talsmaður fyri sveisisku løgregluna við danska kringvarpið. Sambært talsmanninum hevði maðurin alla neyðuga klatriútgerð, og veðrið var gott, tá vanlukkan hendi.
Fjallið Rimpfischhorn, sum er 4.199 metrar høgt, er tætt við býin Zermatt nærhendis italska markinum.