Danskur áleypari til HB

HB hevur í dag gjørt sáttmála við danska spælara, sum skal styrkja álopið

HB hevur í dag gjørt sáttmála við danska áleyparan Mikkel Dahl. Oddaliðið í Betri deildini hevur havt trupulleikar við álopsplássinum, har nýggjasta kortið er hondbóltsspælarin, Hilmar Leon Jakobsen.

Tí hevur HB leitað eftir einum áleypara og nú er greitt, at talan verður um Mikkel Dahl, sum kemur frá Nykøbing, ið júst er flutt niður í triðj bestu deildina í Danmark. Hann er tøkur hjá HB at spæla móti B36 hóskvøldið.

HB.fo skivar:

Danin Mikkel Dahl hevur í dag gjørt avtalu við HB, har Mikkel spælir í reyðum og svørtum restina av hesum kappingarárinum. Mikkel er 27-ára gamal áleypari, og hevur síðani 2016 spælt við Nykøbing FC, har hann hevur skotið 42 mál í 124 dystum. 

Hann verður lýstur sum ein ágrýtin og hartarbeiðandi áleypari. Eisini er hann sterkur í nærdystunum, og dugur væl at finna rúmini í brotsteiginum. So hetta er ein leikari, ið vit vænta fer at økja um okkara effektivitet frammanfyri málið.