Trý nýggj starvsfólk eru sett á tænastudeildini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Vit eru fegin um at kunngera, at trý nýggj starvsfólk nú byrja á tænastudeildini.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vísa tey á, at nýggju fólkini eru Helena Kallsberg og Kristina Gaardlykke, sum koma at arbeiða við reingerð á skurðgongini.
Síðan er tað Jastrid Gullaksen, ið tekur við sum leiðari á tænastudeildini.
- Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku, siga tey á Facebook-vanganum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag.
##med2##










