Aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í Allsvenskuni hevur liðið hjá Áka D. Samuelsen, verandi meistararnir, Mjällby enn fyrsta stigið og fyrsta málið til góðar.
Mjällby tapti fyrr í dag á heimavølli 0-2 fyri Örgryte, ið skelkaði heimaliðið við tveimum skjótum málum í fyrra hálvleiki.
Áki var settur á vøllin frá byrjanina av seinna hálvleiki, og hann hevði størsta málmøguleikan hjá heimaliðnum. Í 64. minutti sendi Áki eitt væl skrúvað fríspark móti málinum, men málverjin hjá Örgryte hevði eina stórbjarging.
Mattias Hellisdal slapp ikki á vøllin, tá lið hansara, Västerås á heimavølli spældi javnleik 2-2 (0-0) móti Elfsborg. Västerås hevur fýra stig fyri tveir dystir.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Örgryte 0-2 (0-2). Góða frísparkið hjá Áka sæst við endan av samandráttinum:
##med2##











