Danskur spælari vil heima aftur at spæla

Ein av ungu spælarunum hjá TB heldur ikki fram í føroyskum fótbólti

Sebastian Kroner heldur ikki fram í Trongisvági. Tað sigur 20 ára gamli høgri bakkurin við bold.dk í dag. Hann kom undan kappingarárinum til TB og hevur spælt flestu dystirnir á høgra bakki.

- Tað er greitt, at eg ikki haldi fram í TB. Eg havi havt eitt gott kappingarár í felagnum, sum gjarna vil leingja við meg. Eg vil tó gjarna kanna, um tað ikki kemur okkurt áhugavert frá eini hægri hill, sigur Sebastian Kroner við bold.dk.

TB hevur framvegis steypakappingina eftir, har aldursforsetin skal spæla móti Víkingi í Sarpugerði.