FÓTBÓLTUR: Fyrrverandi danski U15 landsliðsspælarin Kasper Lykkegaard Jacobsen kom mikudagin til Føroya fyri at royndarvenja í NSÍ.
Tann nú 22-ára gamli miðvallarin er komin til Føroya fyri at finna út av, um samstarv kann koma í lag millum hann og NSÍ.
Danin hevur spælt í Viborg seinastu tíðina, og hevur nakrar ferðir verið á 1. liði har. Annars hevur hann spælt á Danmarksseriuliðnum hjá felagnum.
Hann hevur eisini spælt í Ålborg Freja og í Lemvig, og fyri sjey árum síðani var hann á danska U15 landsliðnum.
NSÍ hevur leitað eftir spælara í Danmark, og teir vórðu vístir til Kasper, og eftir at hava tosað við hann, er royndarvenjingin komin í lag.
Hóskvøldið vóru NSÍ?arnir á vøllinum í Runavík og vandu, men líkindini vóru ring, og í gjárkvøldið skuldu teir venja í høllini. Venjingarnar eru fyriskipaðar fyri at staðfesta um danski spælarin kann styrkja um NSÍ-liðið.
Verður niðurstøðan tann, at Kasper Lykkegaard Jacobsen kann styrkja um NSÍ-liðið, verður avtala væntandi gjørd millum partarnar.