Dapurskygni ræður á landgrunninum

- Samanbera vit stovnsmetingarnar, ið gjørdar verða á hvørjum ári við veiðitøl hjá fiskiflotanum, er greitt, at yvirlitstrolingarnar geva eina góða mynd av, hvussu stórir stovnarnir av toski og hýsu eru. Eisini geva tær okkum ábendingar um, hvussu aðrir fiskastovnar eru fyri. Tað sær dapurt út við toski, hýsu og upsa í løtuni, ásannar Jákup Reinert, fiskifrøðingur

Fiskastovnar


Skipið hjá Fiskirannsóknarstovuni, Magnus Heinason, hevur í august gjørt tær seinnu yvirlitstrolingarnar í summar.

Toktleiðari á túrinum var Jákup Reinert, fiskifrøðingur.

Høvuðsendamálið við yvirlitstrolingunum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa – bæði í vekt og tali, umframt longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning hjá hesum fiskasløgum.

Á hesum ferðum verða eisini magakanningar gjørdar, og eisini verða skrásetingar gjørdar av øðrum fiskasløgum enn høvuðsfiskasløgunum.


12 ár á baki

Hetta er tólvta árið á rað, at Fiskirannsóknarstovan ger hesar trolingar, sum vanliga vara í tveir vikur og verða gjørdar á tilsamans 200 trolstøðum, sum liggja spjaddar um allan landgrunnin. Tóvað verður í ein tíma á sama tóvi ár undan ári.

Á tí fyrra túrinum í summar vórðu 127 trolstøðir tiknar, og á hesum seinna túrunum vóru so 73 trolstøðir eftir at taka. Hesar lógu yvirhøvur vestanfyri og sunnanfyri.

Undir hesum kanningum verður landgrunnurin býttur upp í 15 øki eftir dýpi og ætt, og ávíst tal av støðum verður tikið í hvørjum øki.

Á hesum seinna túrinum í summar, loysti Magnus Heinason 15. august, og skipið var aftur 26. august. Ólag kom á trolspælið á túrinum, og tí noyddist skipið á Havnina at umvæla spælið, men hetta tók bert stutta tíð.

- Um kvøldið 24. august tóku vit seinastu støðina eystanfyri Sandoynna, men tá fór teljarin á trolspælinum. Vit tóku trolið inn og royndu at umvæla teljaran, so støðin kundi takast umaftur. Hetta eydnaðist ikki, og tískil kom henda støðin at liggja eftir. Soleiðis gjørdist samanlagda talið av støðum í summar 199 – og ikki 200, sigur toktleiðarin á túrinum, Jákup Reinert.

Veiðan, sum Magnus Heinason fekk á túrinum, varð løgd upp á Toftum um morgunin, 25. august, og tá skipið legði at í Havn longu sama morgun, var hesin túrurin liðugur.


Ikki endaligt

Toktleiðarin sigur, at hóast teimum ikki eydnaðist at taka allar hesar 200 støðirnar í hesum umfari, og hóast skipið fekk spælskaða, gekst túrurin kortini hampiliga væl. Níggju tóv miseydnaðust, tí breitlar slitnaðu, og trolið kom fast í botn. Hesi tóv máttu tí gerast umaftur.

- Støðin, sum miseydnaðist, tí teljarin gjørdist í ólagi, hevur verið eykastøð í fleiri ár fyri eina av vanligu støðunum í Sandshavinum. Ætlanin er nú at gera hesa til eina fasta støð og síðan hava eina av teimum truplu støðunum í Sandshavinum sum eyka, sigur Jákup Reinert. Fiskifrøðingurin sigur, at enn eru tølini ikki endaliga løgd undir lupp, men miðjað verður eftir, at hesin túrurin verður klárur at leggja í databasuna í november.

- Ikki fyrr enn nytrurnar eru lisnar, og øll data frá túrinum eru skrásett, ber til at siga nakað nágreiniligt um úrslitini av yvirlitstrolingunum í summar, leggur hann aftrat.


Mest av upsa

Jákup hevur skrivað eina fyribils frágreiðing sum lýsir, hvussu nógv varð fingið av hvørjum fiskaslagi, og á hvussu nógvum støðum, tey vóru fingin.

- Nógv mest varð fingið av upsa, síðan kemur lítli kongafiskur, hýsa, hvítingsbróðir, svartkjaftur, gulllaksur, stóri kongafiskur og toskur.

Til stuttleikar kann nevnast, at í nøgd var brugda á einum triðja plássi yvir størstu nøgdirnar, sum Magnus Heinason fekk, tí bæði á hesum seinna túrinum – og á tí fyrra í summar – fingu teir brugdu í trolið. (sí mynd).

Tilsamans fekk Magnus Heinason 49 fiskasløg, umframt høgguslokk, bæði mat-og agnhøgguslokk, hummara, rækju og ymiskt annað, ið er bólkað sum skrambul.

- Verða báðir túrarnir í summar lagdir saman, fingu vit 61 fiskasløg tilsamans. Hyggja vit at, hvussu títtleikin er av ymisku fiskasløgunum – á hvussu nógvum støðum tey komu fyri - varð upsi fingin á 96% av teimum 72 støðunum, lítli kongafiskur á 93%, hvítingsbróðir á 86%, toskur á 81% og hýsa á 79% støðum.


Døpur útlit

Jákup Reinert sigur, at um vit samanbera stovnsmetingarnar, ið gjørdar verða á hvørjum ári við veiðitøl hjá fiskiflotanum, er greitt, at yvirlitstrolingarnar geva eina góða mynd av, hvussu stórir stovnarnir av toski og hýsu eru. Eisini geva tær ábendingar um, hvussu aðrir stovnar, eitt nú upsi, eru fyri.

Fiskifrøðingurin hevur gjørt eina talvu, sum vísir veiði fyri hvørja av úrvaldu støðunum á báðum túrunum í summar og samanborið støðirnar við túrarnar á sumri í 1999.

- Tølini vísa, at lítið hevur verið at fingið av toski síðan 2003, og í ár var úrslitið tað lakasta síðan 1999. Yvirlitstrolingarnar staðfesta soleiðis, at toskastovnurin á landgrunninum er illa fyri – og helst minni, enn tá stovnsmetingar vórðu gjørdar, og ráðgevingin varð latin myndugleikunum fyrr í summar.

Hann vísir á, at eisini úrslitini fyri hýsu hava verið støðugt minkandi seinastu 5 árini, og hetta er í tráð við stovnsmetingina fyrr í ár, har framskrivingin vísti, at vegna vánaliga tilgongd vil hýsustovnurin mest sannlíkt minka skjótt.

- Sera lítið varð fingið av smáari hýsu, og eisini fekst minni av upsa í ár í mun til í fjør. Jákup Reinert sigur, at hóast úrslitini fyri upsa í slíkum yvirlitstrolingum skulu takast við fyrivarni, so benda tølini kortini á, at stovnurin er í minking.


Væl í holdum

Nakað meira varð fingið av kalva og reyðsprøku í yvirlitstrolingunum ár enn í fjør, meðan tunga stendur í stað.

- Stóri kongafiskur tykist vera hampiliga væl fyri, hóast minni fekst í ár enn í fjør. Hinvegin stendur trantkongafiskur í stað á einum lágum støði eftir støðuga minking í fleiri ár.

Fiskifrøðingurin sigur, at lutfalsliga nógv er fingið av longu og brosmu si?ðani 2004, hóast ?tølini fyri 2006 og 2007 eru nakað lakari enn undanfarnu árini.

- Væl tykist vera til av hvítingsbróðuri, meðan svartkjafturin er nógv minkaður seinastu 3 árini. Magakanningar vístu, at fiskurin hevði nokk at eta, og sum heild var fiskurin væl í holdum, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur og toktleiðari.


Myndatekstir:


1) Troldekk.. trolposi...


Hetta er tólvta árið á rað, at Fiskirannsóknarstovan ger yvirlitstrolingar, sum vanliga vara í tveir vikur og verða gjørdar á tilsamans 200 trolstøðum, ið liggja spjaddar um allan landgrunnin. Myndin er av tóvi og háli, sum er gjørt á einum av hesum túrum Mynd: Mourits M. Joensen


2) Brugda... tvær myndir, ein tekstur...


Bæði á fyrra og hesum seinna túrinum í summar fekk Magnus Heinason brugdu í trolið, og tað er ikki bara sum at siga tað at fáast við eitt so stórt kríatúr á dekkinum Mynd: Mourits M. Joensen


At seta í gásareygu...


”Tølini vísa, at lítið hevur verið at fingið av toski síðan 2003, og í ár var úrslitið tað lakasta síðan 1999. Toskastovnurin á landgrunninum er illa fyri...”

(Jákup Reinert, fiskifrøðingur)