Dart: Remy fremstur

Við tryggum spæli í 9. umfari í FM kappingini, hevur Remy G. Hansen yvirhálað Bárð Olsen

Tað er stórur spenningur undan tíggjunda og seinasta FM umfarinum í dart, sum verður komandi vikuskiftið. Remy G. Hansen hevur nú lagt seg á odda í samlaðu kappingini, eftir at hann farna vikuskiftið vann 9. umfar í FM kappingini.

 

Remy hevur runnið aftaná alt kappingarárið, men við fleiri sigrum á rað, so hevur Remy nú yvirhálað Bárð Olsen í samlaðu FM støðuni. Í finaluni vann Remy 7-2, eftir at Bárður tók fyrsta settið.

 

Remy og Bárður vóru ájavnir undan níggjunda umfari. Við sigrinum er Remy á odda við fýra stigum undan seinasta umfarinum, sum verður komandi vikuskiftið í Havn.

 

Í einmansleiki fáa nummar eitt og tvey á styrkilistanum aftaná 10. umfør, ein ferðaseðil og uppihald til kapping uttanlanda í 2015. Spælarar frá nummar 3 til 10 á styrkilistanum spæla eitt endaspæl um triðja ferðaseðilin. Eru spælarar javnir í stigum á styrkilistanum eftir 10 umfør verður spælt millum hesar áðrenn endaspælið. Saman er galdandi fyri tvímansleik, men ein og sami spælari kann bara vinna ein ferðaseðil-

 

Einmansleikur: Støðan eftir 9. umfar:

Nr. Navn í alt

1 Remy G. Hansen 104 (Stig)

2 Bárður Olsen 100

3 Bogi Isaksen 82

4 Jørgen Meitilberg 74

5 Petur Thomsen 72

6 Jens Albert Simonsen 58

7 Jón Johansen 50

8 – 9 Ólavur Ellingsgaard 40

8 – 9 Jan McIntosh 40

10 Regin Enghamar 34

 

Tvímansleikur: Støðan eftir 9. umfar:

Nr. Navn í alt

1 Ólavur Ellingsgaard 38 (Stig)

2 Bogi Isaksen 37

3 – 4 Jan Erik Fjallstein 30

3 – 4 Jens Albert Simonsen 30

5 Jan McIntosh 25

6 Remy G. Hansen 24

7 Esmar Mikkelsen 22

8 Bárður Olsen 20

9 – 11 Poul Poulsen 18

9 – 11 Jón Johansen 18

9 – 11 Hans Emil Haraldsen 18