Dart: Frá at hava egin høli, 20 dartskivur og einar 150 leikarar, datt ítróttin fullkomiliga burtur og hevur ligið í grøvini í seks ár. Dart-elskarar gera nú eina roynd afturat at fáa lív í.
Vit hoyra ikki nógv um dart í Føroyum. Men tað er tað ein orsøk til. Dart hevði nevniliga ikki verið virkin ítrótt seinastu seks árini, áðrenn teir í fjør gjørdu eina roynd at fáa ítróttina aftur á beinini. Hóast teir í níti-árunum vóru um 150 leikarar, so fegnast teir nú um at hava 20 leikarar til kapping.
Hanga í tunnum tráði
Tað er als ikki trot á hampa dartsleikarum kring landið, og kunnu nevnast spælarar nærmast kring alt landið – í Vágunum, á Toftum, í Klaksvík, á Skála og serliga í Havn, her teir nú savnast um at tveita pílar eftir skivuni í Effo-støðini á Argjum.
- Fyrr spældu vit í róðrarneystinum á Argjum og høvdu góðar umstøður. Nú eru vit í Effo-støðini á Argjum, og eg kann siga, at vit hanga í tunnum tráði, tí um teir skulu brúka hølini til okkurt, fáa vit 14 dagar at pakka saman í, sigur formaðurin í Dartfelagnum, Oddfinn Hansen, sum tó fegnast um stóru blíðskap frá Effo-støðini, og sigur, at var tað ikki fyri teirra vælvild, so var einki dart í Havnini.
Halda lív í
Í níti-árunum vóru 150 leikarar í fleiri virknum feløgum kring landið, sum ferðaðust til hvørt annað at spæla liðdystir. Nú er undirtøkan tó følnað burtur, og skyldast hetta vánaligum umstøðum.
- Vit hava tosað við kommununa, men tað sær ikki út til at vit fáa nakað. Um vit høvdu fingið onkur høli at verið í, ivist eg ikki í, at tað hevði gingið rætta vegin aftur, sigur Oddfinn.
Undirtøka er fyri at ítrótturin aftur skal blóma, og ger felagið eisini sítt til at halda lív í og er eitt nú at finna á Facebook við bólkinum Dart í Føroyum.
Nógvar kappingar
Í Effo-støðini á Argjum hava teir javnan kappingar. Ein røð av FM-kappingum verða hildnar, har leikarar savna sær stig saman á ein stigsavnandi lista, har fýra teir fremstu vinna sær luttøku í Lolland Open í Danmark seinni í ár.
Føroyar eiga góðar dartleikarar. Eitt nú Remi G. Hansen, sum brennir fyri dart og hevur vunnið kapping í Keypmannahavn tvey ár á rað.
Kapping verður aftur í Effo-støðini á Argjum leygardagin kl.14, har áhugað eru vælkomin at luttaka bara við at møta upp.