VIDEO: Andrias og liðfelagarnir vunnu á stórliðnum Legia Warszawa

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Legia Warszawa 1-0 (1-0)

Andrias Edmundsson (nummar 19) og liðfelagarnir fegnast um málið hjá Marcin Kaminski

Tað gongur sum eftir ánni hjá landsliðsbakkinum, Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Wisla Plock í bestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Á Orlen leikvøllinum í Plock vunnu Andrias og liðfelagarnir í kvøld 1-0 á stórliðnum, Legia Warszawa, ið hevur vunnið pólska meistaraheitið 15 ferðir, og pólsku steypakappingina 21 ferðir, og er sostatt metliðið í pólskum fótbólti.

 

Marcin Kaminski stútaði sigursmálið í netið aftaná eitt gott innlegg. Hetta var longu í ellinta minutti av dystinum.

 

Andrias spældi allan dystin, og hann fær næsthægsta karakterin á liðnum hjá Wisla Plock, 7,9 (av 10) frá Soccerstand. 

 

Legia hevði bóltin væl meira enn heimasliðið, men Wisla Plock hevði fleiri royndir innanfyri málrammurnar enn mótstøðuliðið. 

 

Í Póllandi staðfesta tey ein flottan sigur hjá nýuppflutta liðnum, Wisla Plock.

 

Wisla Plock er fremst í deildini við 13 stigum fyri fimm dystir. Cracovia er næstfremst við 10 stigum.

 

Mánakvøldið 25. august hevur Wisla Plock heimadyst móti Zaglebie.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Legia Warszawa 1-0 (1-0):

 

##med2##

 

 

 

Andrias Edmundsson (nummar 19) og liðfelagarnir fegnast um málið hjá Marcin Kaminski